Fyrispurningurin er soljóðandi:
- Hvussu hevur prísbroytingin hjá Eysturoyartunlinum frá 1. januar 2022 ávirkað ferðsluna?
- Nær verður ætlanin um eina fastprísskipan á kr. 1.995 um mánaðin sett í verk?
- Hvussu stór upphædd er latin frá landinum til lánsgjøld hjá Eysturoyartunlinum í 2021 og hvør er meting fyri tørvinum á játtan í 2022?
Svar til fyrispurning nr. 1
Tunnilsfelagið upplýsir, at frá viku 2 til viku 15 í 2022 er ferðslan av persónbilum í Eysturoyartunlinum vaksin 16% í miðal hvørja viku, og inntøkurnar frá persónbilum eru vaksnar 6% í miðal hvørja viku. Tá er hædd tikin fyri, at tað var ókeypis at koyra fyrstu vikuna í januar 2021.
Til ber ikki at siga, júst hvussu prísbroytingin frá 1. januar 2022 hevur ávirkað ferðsluna í Eysturoyartunlinum. Fleiri orsakir kunnu vera til, at ferðslan er vaksin í ár. Til dømis er hugsandi, at høgu prísirnir á bensini og diesel, sum gera tað dýrari at koyra longru farleiðina gjøgnum Sundalagið, eisini ávirka ferðsluna.
Tíverri gekk ferðsluteljarin í Norðskálatunlinum fyri í novembur 2021. Teljarin er farin at rigga aftur í mars mánaða. Sambært tølunum fyri mars mánaða í ár er tað tó nógv sum bendir á, at ferðslan í Norðskálatunlinum er lægri í mun til mars 2021.
Svar til fyrispurning nr. 2
Tunnilsfelagið upplýsir, at felagið arbeiðir saman við KT-veitara at menna og seta í verk skipan við fastgjaldi/árshaldi. Talan verður um eina sjálvvirkandi skipan. Tunnilsfelagið ætlar, at skipanin verður tøk áðrenn summarfrítíðina.
Svar til fyrispurning nr. 3
Enn er ferðslan í Eysturoyartunlinum minni enn mett í fíggjarætlan felagsins. Ferðsluveðhaldið verður goldið hálvárliga sambært uppgerð frá partafelagnum fyri hálvárið frammanundan. Játtaðar eru 35 mió. kr. í ferðsluveðhaldi á fíggjarlógini fyri 2022.
Fíggjarmálaráðið hevur fingið upplýst, at landið skal rinda 27,5 mió. kr. í ferðsluveðhaldi fyri seinna hálvár 2021, sum fer av játtanini fyri 2022. Roknað verður tó við, at ferðslan í Eysturoyartunlinum fer at vaksa, soleiðis at veðhaldið bara verður effektivt í styttri áramál.
Tinganes, 20. apríl 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald