Politikkur

Jann Benjaminsen boðsendur

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur sent boð eftir Jann Julin Benjaminsen úr B36 til venjingarleguna í Spania, og til venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark

Jann Julin Benjaminsen er úttikin til venjingarleguna hjá manslandsliðnum, sum verður í næstum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Jann Julin Benjaminsen er úttikin til venjingarleguna hjá manslandsliðnum, sum verður í næstum - Mynd: Hans Erik Danielsen

2024-03-15 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Jann Julin Benjaminsen úr B36 verður 24. maðurin í landsliðshópinum, sum mánadagin í komandi viku fer á venjingarlegu í Marbella í Spania.

Tað var annars farna mánadag at Håkan Ericson kunngjørdi hópin til uppgávurnar, ið hesaferð standa fyri framman. Tá stóðu 23 nøvn á listanum hjá venjaranum, men samstundis bleiv boðað frá, at seinni í vikuni fór ein spælari afturat at verða boðsendur, og tað gjørdist sostatt Jann Benjaminsen.

27 ára gamli nesmaðurin, ið er uppvaksin í B68, men fyri tað mesta hevur spælt vaksnamannafótbólt við NSÍ, er higartil skrásettur fyri ein A-landsdyst fyri Føroyar. Tað var í november í 2022, tá Kosovo og Føroya spældu javnleik 1-1 á Fadil Vokrri stadion í Pristina.

Tveir venjingardystir eru annars á skránni hesar dagarnar, hópurin er savnaður. Fríggjadagin 22. mars spæla Føroyar og Liktinstein á Marbella Football Center, meðan seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 26. mars, tá Danmark tekur ímóti á Brøndby Stadion.

Manslandsliðið skal spæla í alt tíggju altjóða skrásettar dystir í ár. Í juni mánað er Baltic Cup á skránni, og síðani verður farið undir UEFA Nations League, sum verður í september, oktober og november.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder