![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Havstovan: Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur manningin lagt eina fortoying út. Á fortoyingini er ein hitamátari. Endamálið er at fáa dagligar hitamátingar í eitt longri tíðarskeið á grunna partinum av Bankanum.
Fortoyingin er løgd út á knattstøðu 61°03.053’N 008°29.233’W á 110 metra dýpi og sæst á bæði https://fishin.fo/ og https://www.fishfacts.fo/. Fortoyingin er umleið 2 metrar høg – sí mynd.
Sostatt er fortoyingin ikki til vanda fyri vanliga skipaferðslu; men heitt verður á skip og bátar, sum fiska á Bankanum, um ikki at fiska ov nær við fortoyingina.
![](https://www.hav.fo/wp-content/uploads/2025/02/FB01.jpg)
Endamálið við hydrografitúrum annars er at máta hita og saltinnihald í sjónum, umframt at máta eitt nú tøðevni og kanna djóraæti. Mátað verður eftir standardskurðum fyri at fylgja við í broytingum í føroyskum sjógvi.
Umframt fortoyingina á Bankanum varð eisini ein minni boya løgd út í Bankarennuna á umleið 800 metra dýpi. Hetta er ein sonevnd PIES (Pressure Inverted Echo Sounder), ið er eitt slag av ekkóloddi, ið stendur á botni og mátar. Við hesum tóli ber til at rokna, á hvørjum dýpi markið millum heitan og kaldan sjógv er, og hvussu tað broytist. Hesar mátingar eru partur av verkætlanini ObsSea4Clim, sum Havstovan er partur í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald