Í dag ásetur Stýrisskipanarlógin bert uttanríkismálaráðharranum at ráðføra seg við nevndina, tá ítøkiligar avgerðir skulu takast, og ikki kunna nevndina um generel uttanríkispolitisk viðurskiftir.
Hinvegin skal danska stjórnin umrøða OG kunna Uttanríkispolitisku Nevndina – UPN – á Fólkatingi um mál av uttanríkispolitiskum týdningi. Tískil kemur fyri, at UPN á Fólkatingi er væl betri kunnað um uttanríkispolitisk viðurskifti enn Uttanlandsnevndin.
Tað er umráðandi, at í tráð við at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm og eru komnar á geopolitiska heimskortið, at arbeiðið í Uttanlandsnevndini verður skipað øðrvísi. Eg fegnist um, at tað nú tykist at vera breið politisk undirtøka í Føroyum fyri at at gera hesar broytingar.
Anna Falkenberg, Sambandsflokkurin á Fólkatingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald