Ítróttur

ÍtróttaNAVNIÐ 2024 verður annar av okkara krútsterku føroysku OL rógvarum ella hondbóltsúrmælingarnir á A-landsliðnum hjá kvinnum.

A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti og báðir OL rógvararnir Sára Maria Johansen og Sverri Sandberg Nielsen eru innstillaði til heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2024, ið verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið 1. februar 2024.

2025-01-29 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


A-landsliðið hjá kvinnum, hondbóltur

  1. novembur til 15. desembur luttók føroyska A-landsliðið hjá kvinnum fyri fyrstu ferð í einum endaspæli.  

Føroyar spældu í bólki D í Basel í Sveis, og úrslitini vóru sera góð. Eitt tepurt tap móti Sveis, síðani javnt móti Kroatia og taptu at enda móti Danmark, sum rakk finaluni.

Føroyar gjørdust nr. 3 í bólkinum og samanlagt nr. 17 av 24 londum, sum m.a. hevur við sær, at Føroyar eru styrkimett í ovara lagnum undan lutakastinum til HM play off dystirnar í apríl 2025. Tað ger møguleikan at spæla seg til HM endaspælið í 2025 munandi betri.

Støðugt fleiri kvinnur spæla hondbólt á høgum støði uttanlands. Sjey teirra, sum vóru við til EM, spæla yrkis- ella sáttmálahóndbólt í fremstu donsku deildini, sum er millum sterkastu deildirnar í heiminum.

Áhugin fyri kvinnunum er sera stórur. Flest allir føroyingar fyglja við í sjónvarpinum og miðlunum, tá ið kvinnurnar spæla, og omanfyri 400 føroyingar vóru til dystirnar og settu stóran dám á.

Kvinnurnar hava víst, at tær standa onki aftanfyri mennirnar – og tær hava prógvað, at eisini gentur og kvinnur eiga at droyma um at røkka tindunum í síni ítróttargrein og í samfelagnum annars.

Sára Maria Johansen, kappróður

Sára Maria Johansen er ein kappróðrarkvinna, ið er framfýsin, hevur áræði og sum í ár hevur rokkið stórum ítróttarligum málum. Hon er ein fyrimynd, tí hon hevur víst, at tað er gjørligt, at seta sær stór mál og gera tey til veruleika.

Sára Maria hevur í ár kappast á ovastu kappróðrartindum: Í bestu kappingunum í inniróðri, har persónlig met vórðu rokkin, og í scullara, har hon varð partur av søguligari manning.

Danir kláraðu í ár – fyri fyrstu ferð – at kvalifisera ein bát í 8+ bátaklassanum til OL – og Sára Maria var við. Hon er fyrsta føroyska kvinnan, ið luttekur til eitt OL, síðani Katrin Olsen luttók í double scullara til OL í 2008.

Í 2024 umboðaði hon eisini føroyska landsliðið til bæði EM og HM í inniróðri í trupla opna aldursbólkinum 23-39 ár. Á 2000 metrum róði Sára Maria seg til eitt 11. pláss í HM og til eitt 9. pláss í EM. Á 500 m sprinti vann hon silvur bæði í EM og HM, - og setti persónligt met á báðum teinum.

Hon hevur víst okkum øllum – serliga gentum og ungum kvinnum – hvussu langt tað ber til at koma við kappróðrinum, hava vit áræði, úthaldni og vilja av stáli.

Sverri Nielsen, kappróður

Sum ungur tók Sverri avgerð um at fylgja sínum dreymi og arbeiða móti at gerast ein av heimsins fremstu rógvarum. Tað hevur ikki verði nakar dansur á rósum at náa hesum máli, men hevur kravt sera harða og miðvísa venjing og stóra mentala barlast.

Sverri hevur seinastu árini av álvara gjørt vart við seg í einmansscullara úti í heimi, og navn hansara er sligið fast innan altjóða róðrarheimin. Hann hevur vunnið fleiri heiðursmerkir - eitt nú silvur til HM í 2019 og gull til EM í 2020.

Hann er ein av fáu føroyingunum, sum hevur kempað seg til heiðurin at luttaka í OL – bæði í Tokyo í 2021- har hann gjørdist nr 4 - og í París 2024, tá hann endaði nr 8 samanlagt við somu tíð, sum vinnarin í B-finaluni.

Sverri er ein fyrimynd fyri øll ítróttafólk í Føroyum, og hann hevur prógvað, at tað við áræði og miðvísari venjing er møguligt at røkka nærum óhugsandi málum og kappast móti heimsins ítróttaelitu.

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2024 verður í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. 

Samstarvsfelagar til Ítróttafagnaðin 2024 eru:

SMS - Bakkafrost - MBM - Betri - Atlantic Airways - Smyril Line - Runavíkar Kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder