2025-05-31 23:00

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti spældi í kvøld ímóti Ísrael í Lettlandi í Silvurliguni, og í stuttum kann sigast, at annað sett hjá Føroyum var frálíkt, og at hini bæði fáa metingina miðal.
Í fyrsta setti fylgdu Føroyar við til 9-11, tá Ísrael so líðandi dró frá og vann settið 25-14.
Í øðrum setti hildu Føroyar leingi stand, men eftir 9-11 hevði Ísrael hug at slíta seg leyst og legði seg á odda 17-12. Føroyar spentu tó í aftur og minkaðu um munin til bara eitt stig til 16-17, men endin var heldur snópisligur, tí eftir at Føroyar aftur høvdu minkað um munin til 19-20, vann Ísrael rest, og settið 25-19.
Ísrael legði seg á odda 5-1 í triðja setti, men hóast Føroyar minkaðu um munin aftur til 4-6, vann Ísrael fimm stig á rað, og so tóktist sum um, at gassið var farið úr føroysku ballónini, . so vann Ísrael 25-14.
Ísrael legði seg á odda 5-1 í triðja setti, men hóast Føroyar minkaðu um munin aftur til 4-6, vann Ísrael fimm stig á rað, og so tóktist sum um, at gassið var farið úr føroysku ballónini, . so vann Ísrael 25-14.
Toppskorari hjá Føroyum í dag var Anja S. Danielsen við 9 stigum, harav 3 vóru serviess.
Fríggjadagin 6. juni taka Føroyar ímóti Norðurmakedónia, sum í gjár tapti 3-2 fyri Íslandi. Leygardagin 8. juni spæla Føroyar ímóti Eysturríki. Báðir dystirnir verða spældir í høllini Inni í Dal á Sandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald