2025-07-19 09:23

Í gjárkvøldið kom íslendska skipið Margreth á Fuglafjørð við 170 tonsum av makreli, sum teir landaðu í nátt til Pelagos.
Í nátt kom Norðingur við 200 tonsum, sum teir landa í morgun eisini til Pelagos.
Bæði skipini hava roynt norðanfyri, Margreth í altjóða sjógvi og Norðingur í føroyskum sjógvi, tey liggja bæði á Fuglafirði enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald