Politikkur

Íslendsk vitjan av ráðharra og handilssendinevnd

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur hitst við íslendska starvsfelaganum, Thórdís Kolbrún Gylfadóttir, uttanríkisráðharra, sum vitjar í Føroyum við eini íslendskari handilssendinevnd.

2024-08-21 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sendinevndin er partur av føroyskt-íslendska handilskamarinum, sum varð sett á stovn í 2012 við tí endamáli at styrkja um samhandil og búskaparligt samstarv millum londini. Endamálið við vitjanini er at fáa innlit í føroysk viðurskifti, og í hesum sambandi eisini vitja føroysk virki og fyritøkur. Landsstýrismaðurin møtti sendinevndini og gav innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og hvørji mál eru á politisku dagsskránni.

Landsstýrismaðurin og uttanríkisráðharrin høvdu síðani ein fund sínámillum um felags áhugamál, viðurskiftini millum londini og møguleikar at styrkja um samstarvið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder