Tað komu fá mál at byrja við og var støða 1-3 eftir 10 minuttir. Føroyska verjan stóð sum heild væl, og var Rakul Wardum vælleikandi í føroyska málinum. Trupulleikar vóru tó í hinum endanum av vøllinum og var neyvleikin ov lágur í skotunum. Ísland hevði leiðsluna fyrstu løtuna, men komu okkara so líðandi inn í dystin og gekk javnt á seinnu helvt at fyrra hálvleiki, Ísland legði seg tó á odda við tveimum beint fyri hálvleik, 13-11. Ísland var eisini omaná í seinna hálvleiki og hildu tær leiðsluna. Føroyar vóru nær við í løtum, men vóru ov nógvar tekniskar villur og brend skot til at Føroyar veruliga kundu hótta. Ísland vann 28-25.
Mánadagin gongur leiðin til Trier í Týsklandi, har HM-endaspælið byrjar mikudagin fyri Føroyar. Fyrstu dystur verður móti Montenegro, mikukvøldið kl. 19.30. Føroyar taptu fyri góðum mánaði síðani 32-26 fyri Montenegro.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4
Pernille Brandenborg 4
Jana Mittún 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Súna Krossteig Hansen 3
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Karin Eghom 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Hervør Niclasen 1
Marianna Geirsdóttir Eystberg 1
Málverjar:
Rakul Wardum 7 (1) bjargingar
Annika Fríðheim Petersen 5 (1) bjargingar
Dystargongdin Føroyar – Ísland:
5 min: 0-1
10 min: 1-3
15 min: 3-5
20 min: 8-8
25 min: 10-10
30 min. 11-13
35 min: 14-17
40 min: 15-19
45 min: 18-22
50 min: 21-23
55 min: 22-25
60 min: 25-28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald