Mentan

ÍSF: Sjálvbodna fjøldin - tær ósjónligu hetjurnar í føroyskum ítrótti.

SÍF: ÍSF vitjar í skúlanum á Giljanesi sunnudagin 27. oktober - vónandi møta fleiri

2024-10-23 08:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Sjálvbodna fjøldin - tær ósjónligu hetjurnar í føroyskum ítrótti.
Sjálvboðin eru lívæðrin í føroyskum ítrótti, tí ítróttafelagsskapurin er grundaður á eldsálir og sjálvboðin í øllum liðum av arbeiðinum. Hetta er virðismikið á so mangan hátt, og tí skal sjálvbodna fjøldin viðurkennast og fjálgast um.
Í døgunum 23.-29. oktober vitjar ÍSF kring landið við spennandi framløgum fyri nevndarlimir, venjarar, íðkarar, foreldur og onnur áhugað.
Høvuðsgestarøðari er Jesper Frigast Larsen við fyrilesturinum: Frivillighed under pres. Umframt at hoyra frá Jesper verður sofaprát har spurt verður inn til Sjálvbodna arbeiðið í lokaløkinum.
Vit bjóða lokalari eldsál til sofaprát um at vera sjálvboðin í ítrótti. Vit spyrja; Hvør er drívmegin? Hvønn týdning hevur sjálvbodna arbeiðið fyri ítróttafelagsskapin og fyri tey persónliga? Síðan verður sofaprátið víðkað við umboði fyri ÍSF og Jesper Frigast Larsen.
Eldsálirnar eru:
Svangaskarð 23. oktober: Hanna Olsen, Víkingur.
Trongisvágur, 24. oktober: Otto Gram, TB Flogbóltur.
Sandavágur, 27. oktober: Christina Ravnsfjall , 07 Vestur.
Klaksvík, 28. oktober: Sonja Kjølbro, KRF.
Tórshavn, 29. oktober: Jógvan K. Glerfoss, Bragdið & Súsanna Maria Hansen, B36.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder