2025-02-27 13:33

Posta hevur givið út tvey nýggj frímerki, har føroyskur hondbóltur er myndaevnið. Á 25 kr. frímerkinum sæst Elias Ellefsen á Skipagøtu, og á 48KR frímerkinum sæst Jana Mittún.
Posta skrivar soleiðis um frímerkini:
Føroyar á heimskortið: Hondbóltur í Føroyum
Hondbóltssamband Føroya var sett á stovn tann 19. apríl 1980, men skulu vit heilt aftur í 1920-árini, tá føroyingar byrjaðu at spæla hondbólt.
Hondbólturin kyknar upp í Føroyum
Tað vóru kvinnur, sum byrjaðu at spæla hondbólt í Føroyum. Realskúlagentur í Havn fóru at spæla hondbólt í Realskúlagarðinum í 1928-29, tá ein ung donsk lærarinna var í Havn sum vikarur eitt stutt skifti. Hon legði føroysku gentunum lag á. Dreingirnir løgdust so líðandi afturat og var fyrsta felagið, Neistin, stovnað 21. mars í 1931. Áhugin fyri ítróttagreinini breiddist skjótt og vóru fleiri feløg stovnsett í tríatiárunum.
Eftir at Ítróttasamband Føroya varð sett á stovn í 1939 fór so smátt at røkjast fyri at fáa í lag eina landskapping í hondbólti. Fyrsta føroyameistarakappingin var í 1943. Bæði kvinnur og menn kappaðust, sjey kvinnulið og fýra manslið. Hjá kvinnunum luttóku Neistin, Aldan, Ternan, Stjørnan, Vípan, TB og VB. Hjá monnunum kappaðust StÍF, VÍF og tvey lið úr Havn, skótar mannaðu annað og Havnar Fimleikafelag hitt. Árið eftir var luttøkan gott og væl tvífaldað. 26 lið vóru við í føroyameistarakappingini í 1944. Millum liðini, sum vóru við í føroyameistarakappingunum tey árini, men sum ikki eru til longur, kunnu nevnast Báran úr Hvalvík, Borgin í Porkeri, Viljin í Skálavík, SvB í Sandvík, HÍF í Húsavík og Klettur í Skúvoy.
Hallir og altjóða limaskapur
Í sjeytiárunum vóru fleiri ítróttahallir bygdar kring landið og stimbraði hetta veruliga ítróttagreinina. Føroyar fingu altjóða limaskap í altjóða hondbóltssamgonguni, IHF, í 1972 og luttóku Føroyar eisini í altjóða kappingum ígjøgnum sjeytiárini og inn í áttatiárini – ein framfýsin tíð har hondbólturin stóð í blóma.
Eftir eina heldur óstøðuga gongd og skert virksemi seinni í áttati-, níti- og nullárunum, hevur ítróttagreinin aftur veruliga tikið dik á seg. Í 2013 var ein miðvís menningarætlan løgd at tryggja eina støðuga og áhaldandi gongd á jøvnum føti við okkara grannalond. Virksemið skuldi tryggjast betri fíggjarliga, umsitingarliga og ítróttarliga.
Føroyar á ovastu rók
Menningin hevur verið eyðsýnd. Føroyar luttaka nú javnan í endaspølum við ungdómslandsliðum, hetta við góðum úrslitum. Manslandsliðið og kvinnulandsliðið hava nú eisini vunnið seg til EM-endaspøl í 2024, og hevur hetta veruliga givið føroyingum eina ítróttagrein at savnast um, har vit kappast á hægsta stigi í einum altjóða sýnisglugga. Føroyskir yrkisleikarar eru nú eisini at síggja í fremstu hondbóltsfeløgum og hondbóltskappingum í Evropa, og eru javnan at síggja í altjóða ítróttamiðlum. Teir eru vorðnir fyrimyndir fyri føroysk børn og ungdómar.
Við góðu gongdini, er áhugin fyri at spæla hondbólt í Føroyum methøgur í dag. Feløgini eru 13 í tali og íðka á leið 3.200 hondbólt og eru Føroyar tað landið við flest hondbóltsíðkarum fyri hvønn íbúgva, um 5%, har kynsbýti er helvt um helvt.
( Í Vágm leiktu kvinnurnar úr Søljuni, Dúgvuni og Ternuni hondbólt og VÍF í Vestmanna) Jóanis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald