Politikkur

Integratións politikkur

The text is in english below the faroese text.

2024-10-28 22:22 Author image
-
placeholder

Integratión

Tilflytarar eru vorðnir ein størri partur av okkara samfelagi í tráð við, at samfelagið gerst meir og meir globalisera. Vit leita sjálvi út í heim og seta búgv aðrastaðni eins og onnur fólk seta búgv her hjá okkum.

Øll kenna vit kensluna at verða ótrygg og óvitandi um eina nýggja støðu og ikki at vita hvar vit kunnu venda okkum fyri at fáa hjálp. Vit vilja øll sleppa undan tí kensluni og tí eiga vit ikki at seta okkara tilflytarar í hesa støðuna.

Um vit sum kommuna skulu veruliga ynskja at integrera (samansjóða) tilflytarar, so mugu vit vera aktiv í okkara framferð. Tað er ikki nóg mikið at hava tilfar á alnótini og vænta, at so er okkara partur gjørdur.

Saknur er á einum “start pakka”, ið inniheldur viðkomandi upplýsingar tá flutt verður til eina kommunu. Tað kundi verið upplýsingar um, dagstovnar, barnavernd, heilsuviðurskifti, trivnaðarátøk, frítíðartilboð og upplýsingar um hvar ein kann venda sær við teimum spurningum ein stendur við.

At læra føroyskt er ein fortreyt fyri at kunna kenna seg sum ein part av samfelagnum. Kommunan eigur tí regluliga at skipa fyri skeiðum í “føroyskt fyri útlendingar”, ið er eitt kommunalt tilboð. Og eisini at kunna um skeiðini “føroyskt sum annaðmál”, ið hoyrir undir undirvísingarstýrið í samstarvi við samstarvsskúlar. Tá ið ein dugir málið, so er lættari at luttaka á jøvnum fóti í samfelagnum.

Tiltøk sum fjølmentanarvika eru framúr pallar at integrera tilflytarar og eigur kommunan at gerast enn meira virkin í tílíkum. Tiltøk har tilflytarar fáa møguleika, og umstøður, at vísa fram sína mentan eru gyltir møguleikar hjá okkum øllum at koma hvørjum øðrum meiri við. Tess betur vit kenna og skilja hvør annan tess betur samfelag kunnu vit í felag skapa.

Integrations nevndin, ið er sett á stovn, eigur eisini at gerast meiri virkin sum partur av integratiónsátøkunum í kommununi. Í tí sambandi eigur eisini eitt útlendingaráð at verða sett á stovn. Hetta ráð verður tikið við uppá ráð í málum, ið viðkoma útlendingum. Eisini kann ráðið virka sum ein sambindingarliður millum býráðið og útlendingar í økinum, so at teirra rødd eisini verður hoyrd.

Saman eru vit sterkari.

X við Borgaralistan

X við Jon Ingi Wiberg

Integration

Immigrants have become a growing part of our society, reflecting the increasing globalization of the world. We, too, venture abroad and establish ourselves in new places, just as others come here to settle among us.

We are all familiar with the feeling of insecurity and uncertainty in a new situation, not knowing where to turn for assistance. None of us wish to experience that feeling, so it is crucial that we do our best to prevent our newcomers from facing such a situation.

If, as a municipality, we genuinely wish to integrate newcomers, we must take active steps. Merely providing information online and assuming our role is fulfilled is not enough.

There is a need for a “starter package” that contains essential information for those relocating to our municipality. Such a package might include details about childcare, child protection, healthcare, well-being initiatives, leisure opportunities, and information on where to seek answers for any questions they may encounter.

Learning Faroese is a prerequisite for feeling like a part of the community. For this reason, the municipality should regularly offer “Faroese for Foreigners” courses which are a municipal service. It should also provide information about the “Faroese as a Second Language” courses, which are administered by the educational authorities in partnership with schools. When one understands the language, it becomes easier to participate in society on equal terms.

Events like Multicultural Week provide excellent platforms for integrating newcomers, and the municipality should be even more proactive in supporting such initiatives. Events that give newcomers the opportunity and the framework to showcase their culture provide valuable opportunities for all of us to connect on a deeper level. The better we know and understand each other, the stronger a society we can build together.

The Integration Committee, which has already been established, should also become more active as part of the municipality's integration efforts. In this regard, a Foreigners' Council should also be formed. This council would be consulted on issues concerning immigrants and act as a liaison between the city council and the immigrant community in the area, ensuring that their voices are heard.

Together, we are stronger.

X with Borgaralistan
X with Jon Ingi Wiberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder