Landsbankin: Innlánsyvirskotið í føroysku bankunum var í august 2023 700 mió. kr. lægri, enn í sama mánaði árið fyri, sí mynd 1.
Kommunurnar og privatu fyritøkurnar hava innlánsundirskot í føroysku bankunum, meðan almennu fyritøkurnar og húsarhaldini hava innlánsyvirskot í føroysku bankunum. Innlánsundirskotið hjá privatu fyritøkunum er ikki broytt stórvegis í tíðarskeiðinum august 2022 til august 2023, meðan kommunurnar hava gjørt innlánsundirskotið verri við nærum 230 mió. kr.
Húsarhaldini eiga meginpartin av innlánsyvirskotinum í føroysku bankunum; tað var 3,1 mia. kr. í august 2023, men var 450 mió. kr. størri í august í fjør; tá var tað 3,6 mia. kr. Tá ið skuldin hjá húsarhaldunum í donskum realkredittstovnum verður tald upp í, hava húsarhaldini tó samlað sæð eitt innlánsundirskot á 500 mió. kr. (august 2023).
Mynd 1
Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2023 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald