Vinna

Innflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar

Fyrstu 11 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,4 milliardir krónur.

2022-01-17 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Innflutningurin til og við november 2021 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,4 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 12,3% í mun til sama tíðarskeið í 2020. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 14%. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast umleið sama nøgd er innflutt, so hava vit brúkt 43% meiri upp á brennievni higartil í 2021 samanborið við 2020.

Somuleiðis er stórur vøkstur í bólkinum 'rávøra til fiskavirking' har vøksturin er 49,2%.

Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar

Januar – november 2020/2021



januar – novembermunur

20202021mió. kr.%





Tilsamans7.504,98.431,2926,412,3
Tilsamans uttan skip og flogfør7.156,58.158,11.001,614,0
Til hav- og landbúnað493,5579,085,517,3
Rávøra til fiskavirking371,9554,7182,849,2
Til byggivirki797,1758,7-38,4-4,8
Til aðra framleiðslu1.754,01.865,6111,66,4
Maskinur o.o. útgerð684,8887,3202,529,6
Brennievni o.t.847,91.210,7362,842,8
Bilar o.o. flutningsfør513,8502,1-11,7-2,3
Til beinleiðis nýtslu1.693,41.800,0106,56,3
Skip, flogfør o.t.348,4273,2-75,2-21,6





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder