Vinna

INGI POULSEN Á MENTANARNÁTTINI Á TVØROYRI

.

2026-05-20 15:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


INGI POULSEN Á MENTANARNÁTTINI Á TVØROYRI

Tað var uml. í 2016, at evnaríki vágbingurin, Ingi Poulsen brádliga slóg ígjøgnum á føroyska tónleikapallinum, við oyrahangaranum "Jeg fann ta fittastu". Brádliga kendu øll Inga og hann var at hoyra í lurtitólunum dagliga, eins og hann skjótt gjørdist partur av tónleikaskránni á festivalum og annars spældi til ymisk tónleikatiltøk.

Ingi hevur mest fingist við solo-tónleik, men hevur eisini spælt nógv saman við vinmanninum Danny Baldursson, úr Danny & the Veetos.

Á Mentanarnáttini fer Ingi tó mest at leggja seg eftir at undirhalda yngra ættarliðnum, tí vit hava fingið lokkað hann til at spæla nøkur løg fyri børnunum. Ingi fer á pallin í miðbýnum kl 17:00, tá verður sangløta fyri børnunum og øll eru hjartaliga vælkomin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder