Norðlýsið: Mitt meðan Fíggjarnevndin situr og viðger Samferðslupakkan, kemur in.fo á banan við eini Gallup-kanning, ið sigur, at 90% eru ímóti at gera Norðoyatunnilin og Vágatunnilin ókeypis. Hetta verður heilt víst gjørt tilvitað og fyri at upppíska ein stemning ímóti Norðoyggjum og Vágum, og fyri at ávirka úrslitið. Og tað eydnaðist. Tillukku við tí, Miðlahúsið.
Hvussu er spurningurin so orðaður? Jú, um fólk vilja hava “Framhaldandi eitt gjald til viðlíkahald fyri at koyra gjøgnum tunlarnar”. Tað er als ikki tað, verandi gjald er fyri!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald