Mentan

Zacharias heiðraður av ÍSF

.

Elin H. Joensen, ÍSF forseti og Zacharias R. Jakobsen.

Elin H. Joensen, ÍSF forseti og Zacharias R. Jakobsen.

2025-09-08 09:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ríðisamband Føroya skrivar:

Tá heystkappríðingin var í Vágum herfyri, nýtti ÍSF høvið at heiðra formannin í Vága Ríðingarfelag, Zacharias R. Jakobsen við gullnálina hjá ÍSF. Á heimasíðuni hjá ÍSF stendur at gullnálin verður m.a. latin til fólk ið hava gjørt eitt munagott arbeiði fyri føroyskan ítrótt. Hetta kann við lít sigast at Zacharias livur upp til.

Umframt at hava verið aktivur reiðmaður og fleirfaldur føroyameistari í tvíspor, so hevur hann eisini verið sera virkin at skapa bestu karmar fyri ríðing bæði sum ítrótt og frítíðarvirksemi. Hann hevur verið formaður í Vága Ríðingarfelag í mong ár og hava teir hesa tíðina m.a. bygt stóra stásiliga reiðhøll og felagsfjós í Miðvági.

Zacharias hevur eisini sitið í nevndini hjá Ríðisamband Føroya síðani ár 2000, flestu árini sum næstformaður.

Vit í Ríðisambandinum takka ÍSF fyri at tey hava latið Zacharias R. Jacobsen hendan heiður og vilja samstundis, ynskja honum hjartaliga til lukku við væl uppibornu gullnálina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder