Vinna

Yvirtikin starvsfólk fáa eisini lønarhækkingar

Málið um yvirtiknu starvsfólkini í Familjufyrisitingini hevur verið í Fasta Gerðarrætti á øðrum sinni. Hesaferð sum tulkingarmál.

2022-06-15 10:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Fasti Gerðarættur hevur gjørt úrskurð í tulkingartrætu millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið um lønarviðurskiftini hjá fýra starvsfólkum, sum vóru flutt frá Ríkisumboðnum til Familjufyrisitingina, tá ið málsøkið varð yvirtikið í 2018. Úrskurðurin merkir, at starvsfólkini kortini fáa lut í lønarhækkingum, sum vera í framtíðar sáttmálsemjum. Talan er um eitt prinsipmál, sum hevur staðfest, at tað er rætturin og ikki arbeiðsgevarin, sum eigur seinasta orðið í ósemjum um lønarflokkingar

Málið um yvirtiknu starvsfólkini í Familjufyrisitingini hevur verið í Fasta Gerðarrætti á øðrum sinni. Hesaferð sum tulkingarmál. Fyrru ferð var í fjør, tá ið Fíggjarmálaráðið fekk viðhald í, at ósemjan um lønina hjá starvsfólkunum var ein træta, sum skuldi loysast í rættinum.

Tað hendi eftir, at Starvsfelagið hevði kravt semingsmannin upp í lønartrætuna. Orsøkin var, at felagið metti, at við tað, at talan var um nýggj starvsfólk, sum ikki høvdu verið undir føroyskum sáttmála frammanundan, mátti talan vera um eina sokallaða áhugatrætu. Við øðrum orðum eina trætu, har semingsstovnurin kundi boðsendast at royna semju og har møguleiki er fyri stríðsstigum, um eingin semja fæst í lag um kollektivan sáttmála.

Í Fasta Gerðarrætti á øðrum sinni

Eftir at hava tapt fyrra málið, legði Starvsfelagið málið fyri Fasta Gerðarætt av nýggjum - hesaferð sum tulkingartrætu. Hesaferð var kravið, at fýra starvsfólk skuldu flokkast hægri og soleiðis sum Starvsfelagið hevði kravt. Og sum eisini var í samsvari við tilmælið frá stjóranum á Familjufyrisitingini.

Í Fasta Gerðarætti fekk Starvsfelagið viðhald í krøvunum hjá teimum sentralu av starvsfólkunum. Í aðrar mátar varð Fíggjarmálaráðið frídømt. Eins og í øðrum málum í Fasta Gerðarrætti, ber hvør partur egnan kostnað av málinum.

Tí reisti Starvsfelagið málið

Tá ið umsitingin av familjurættarliga økinum varð yvirtikin og Familjufyrisitingin varð sett á stovn, ásetti lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum eina flokking og harvið lønarlag fyri starvsfólkini eftir sáttmálanum við Starvsfelagið.

Afturat hesi flokking fingu starvsfólkini eina persónliga viðbót, sum lutvíst útlíknaði munin upp til gomlu donsku lønina, ið starvsfólkini fingu undan yvirtøkuna, og sum var nakað hægri. Hetta so, at tey ikki skuldu merkja nakra lønarlækking eftir yvirtøkuna av málsøkinum.

Men afturfyri hesa viðbót varð lønin fryst føst: Starvsfólkini skuldu ikki fáa lut í komandi lønarhækkingum; ikki fyrr enn øll viðbótin á hendan hátt varð mótroknað og heilt burtur. Og tá lønin verður fæstlæst í fleiri ár, har prísvøksturin í samfelagnum annars heldur fram sum vanligt, uppliva starvsfólkini eina reallønarlækking. Hetta kann Starvsfelagið ikki góðtaka.

- Við hesum hava vit fingið viðhald í, at flokkingin av løninini hjá tveimum sentralum starvsfólkum í málinum, skal ikki flokkast á tann hátt, sum Fíggjarmálaráðið hevði ætlað. Í hinum báðum førunum fingu vit ikki viðhald í kravinum um flokking. Men samanumtikið merkir hetta, at øll starvsfólkini kunnu fáa lut í komandi lønarhækkingum. Vit hava frá byrjan sagt, at tað er ikki rætt og rímiligt, at starvsfólk, sum verða yvirtikin frá danska statinum skulu svíða fíggjarliga fyri nakað, sum tey ikki hava biðið um. Og tí var hetta ein góður úrskurður, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

Rætturin eigur seinasta orðið

Samstundis fegnast felagið um, at Fasti Gerðarættur er farin inn og hevur sett til viks lønarflokkingar, sum lønardeildin í fyrsta umfari hevði ásett við sínum sokallaða tulkingarfyrimuni.

- Í okkara sáttmála er ein áseting um eina lønarnevnd, har partarnir skulu royna at finna semju í lønartrætum. Tað royndu vit eisini her uttan úrslit. Tað er týðandi og prinsipielt fyri okkum sum fakfelag, at vit vita, at fæst ikki semja um lønina, og er ivi um flokkingina, so er tað rætturin og ikki arbeiðsgevararnir, ið eiga seinasta orðið. Eisini í so máta er hetta ein týðandi úrskurður fyri løntakaran, sigur Súni Selfoss.

---


Skrivið kann lesast á heimasíðuni:

https://www.starvsfelag.fo/tidindi/yvirtikin-starvsfolk-faa-eisini-lonarhaekkingar/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder