Mynd 1 vísir samlaða roknskaparúrslitið (RLÚ) fyri almenna fyrisiting og tænastu, tað vil siga land, kommunur og sosialir grunnar. Almennar fyritøkur eru ikki íroknaðar, men rakstur og skuld av Eysturoyar- og Sandoyartunlinum er tald við í uppgerðini hjá landinum. Landskassin verður í mynd 1 róptur Landsstýrið, ið merkir landskassin íroknað Eystur- og Sandoyartunlarnir, uppgjørt er eftir tjóðarroknskaparligum myndli.
Í mynd 1 sæst, at hóast stóra framgongd í búskapinum seinastu 10 árini, eru yvirskotini í almennu fyrisitingini og tænastuni sera avmarkaði. Hetta skyldast bæði at inntøkur landskassans eru minkaðar vegna skattalættar, og tí útreiðslurnar eru øktar.
Mynd 1 Yvirskot ov lág
Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald