Politikkur

Yvirlýsing: Ein sterkari almenn fyrisiting byggir á samstarv og gjøgnumskygni

.

2025-03-22 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

 

Starvsfelagið hevur fingið innlit í eitt tilmæli frá februar 2024, har fimm almennir stjórar hava mælt løgmanni til at seta í verk eina nýggja fyrisitingarskipan hjá tí almenna. Tað er positivt, at almennir stovnsleiðarar viðgera, hvussu fyrisitingin kann gerast meira effektiv og búskapurin meira haldførur; og hetta er eitt gott høvi at styrkja bæði leiðslu og arbeiðsumhvørvið.

Tað er týdningarmikið, at nýskipanir í almenna geiranum eru grundaðar á samstarv við fakfeløg, starvsfólk og leiðslur, soleiðis at hon styrkir heldur enn niðurlagar verandi rættartrygd hjá starvsfólkum.


Ein sterkur arbeiðsmarknaður byggir á samstarv. Tá vit saman finna loysnir, kunnu vit tryggja bæði góðar karmar fyri leiðslurnar og vernd av starvsfólkum. Tí er tað avgerandi, at eisini Starvsfelagið sum fakfelag hevur eina rødd í broytingum, sum ávirka okkara limir, ið arbeiða í almennu fyrisitingini.


Tilmælið hjá almennu stjórunum, sum er handað løgmanni, leggur ikki upp til samstarv við fakfeløg, og tað kann elva til ótryggleika og óvissu á arbeiðsmarknaðinum.


Rættvísar mannagongdir skapa tryggleika
Arbeiðsmarknaðurin skal hava greiðar og rættvísar mannagongdir. Reglurnar, sum verja starvsfólk í uppsagnartilgongdum, eru har fyri at tryggja bæði rættartrygd og eina fakliga væl skipaða fyrisiting. Tað, sum í frágreiðingini verður kallað "trupult" ella "ónatúrligt" við at siga fólki úr starvi, er í veruleikanum ein grundleggjandi trygd fyri bæði leiðslu og starvsfólk. Rættvísar mannagongdir tryggja, at avgerðir verða tiknar á einum sakligum grundarlagi og ikki tilvildarliga.

 

Tað, at starvsfólk hava eina rættartrygd sambært fyrisitingarlógini, eigur ikki at avmarka leiðslurúmið hjá almennu stjórunum.


Fyrisitingarlógin er ein hornasteinur í rættvísari handfaring av starvsfólkamálum. Tí metir Starvsfelagið, at tað er eitt álvarsligt inntriv í rættartrygdina hjá starvsfólkum, um ásetingarnar í fyrisitingarlógini verða niðurlagaðar.


Eins møguleikar, gjøgnumskygni og álit
Lønarskipanin skal somuleiðis tryggja javnvág og rættvísi. Vit stuðla raðfestingini av førleikum, men tað má gerast í samráð við fakfeløgini. Tilmælið leggur upp til broytingar, sum kunnu økja ójavnan millum fakbólkar og gera lønarsamráðingar minni gjøgnumskygdar. Slík stig mugu takast við varsemi, so tryggjað verður, at øll starvsfólk hava somu møguleikar.


Gjøgnumskygni er lykilin til álitið á almennu fyrisitingina. Tá innlit verður avmarkað, minkar álitið á stovnar og leiðslur. Góð leiðsla merkir ikki minni innlit – góð leiðsla merkir, at leiðslan torir at standa við sínar avgerðir, tí tær eru grundaðar á fakta og rættvísi.


Vit vilja fegin vera partur av einum konstruktivum samstarvi, har allir partar kenna seg hoyrdar og virdar. Bert við samráðingum, gjøgnumskygni og felags ábyrgd kunnu vit byggja eina fyrisiting, sum tryggjar bæði góða leiðslu og eitt sterkt og gott arbeiðsumhvørvi fyri starvsfólkini.


Latið okkum finna loysnir saman!


Umrøtt og viðgjørt á evnisdøgum hjá Starvsfelagnum á Viðareiði 21. mars 2025.


Nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder