Vinna

Widerøe fimm ferðir um vikuna

Norskir miðlar boða í hesum døgum frá, at nú næstan eitt ár er liðið síðani Widerøe fór undir regluliga flúgving millum Bergen og Føroyar, verður farið upp á fimm túrar um vikuna.  Í dag er fyrsti týsdagstúrur á skrá, og flogið verður nú mánadagar, týsdagar, mikudagar, fríggjadagar og sunnudagar. 

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2022-08-30 23:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

“Vit kunnu ikki annað enn gleðast um, at Widerøe, nú eitt lítið ár eftir tey byrjaðu at flúgva millum londini, hava meira enn tvífaldað vikuliga túratalið.  Tey byrjaðu jú við einans tveimum túrum um vikuna og eru nú uppi á fimm”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, og heldur fram:

Hetta seinasta árið hevur víst okkum, at vit við einum nýggjum felagi á marknaðinum fáa fatur í ferðafólkum, vit ikki hava sæð í sama mun fyrr, tí samansetingin av ferðafólkunum umborð hevur verið ein onnur enn tann, vit fyrr hava sæð.  Størsti parturin av teimum ferðandi á leiðini eru norðmenn.  Vit síggja hetta sum ógvuliga kærkomið, bæði fyri Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn at enda.

Widerøe nýtir flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina og taka tey 78 ferðandi hvønn túrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder