Vinna

Whisky-framleiðsla og nýggj barr

Fríggjadagin 27. januar verður móttøka í sambandi við, at Faer Isles Distillery byrjar whisky-framleiðslu við síni nýggju, stóru distillarí-útgerð í Vestmanna. Eisini verður nýggj barr og kundamóttøka tikin í nýtslu.

2023-01-26 10:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Faer Isles Distillery hevur farna árið framleitt akvavitt, ginn og vodka. Ímeðan hevur felagið arbeitt við at seta upp nýggja whisky framleiðsluútgerð, herundir tveir koparketlar á ávikavist 5000L og 3600L. Orsakað av koronu og kríggi kom útgerðin til landið 10 mánaðar seinkað, men arbeitt hevur verið av grimd farna hálvárið at seta útgerðina upp, leggja streym og gera rørføringar. Nú er klárt at byrja vinnuliga framleiðslu  av whisky, sum ætlandi verður ein stór útflutningsvøra fyri landið.

Samstundis er bygd ein nýggj barr og móttøka, sum skal brúkast til taka ímóti vitjandi og víðka um tilboðið í økinum til ferðafólk og føroyingar sum heild.

Hetta stóra vegamót verður hátíðarhildið fríggjadagin.

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Høgni Hoydal, fer at klippa snórin til nýggja framleiðsluøkið. Borgarstjórin í Vestmanna, Bjørg á Rógvi, fer at navngeva koparketlarnar, eins og siður er í vinnuni. Fyrrverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, fer at opna nýggju barr/móttøkuna og skeinkja fyrsta drykkin til 91-ára gamla Olav Haldansen, ið hevur snikkað barrdiskin til. Eisini verður undirhald og smakkiroyndir til gestirnar.

Setanin kl 15 er fyri innbodnum, men frá kl 17 eru øll vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder