Mentan

When Saints Go Machine og seks onnur Norðurlendsk nøvn á G!

Aftur í ár, verður ein sterk umboðan úr Norðurlondum á G!, vit hava longu avdúkað fimm növn úr hinum Norðurlondunum, og í dag kunnu vit avdúka sjey afturat.

2023-05-02 19:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

When Saints Go Machine

Donsku When Saints Go Machine eru garantar fyri eini elektropopp veitslu.  Við útgávuni av nýggja staklagnum "Gone" hava teir sent eitt greitt tekin um, at teir enn kunnu seta eld í dansigólvið, og vit gleða okkum tí at kunna kunngera, at When Saints Go Machine kemur til Syðrugötu at skapa eina dansiveitslu. 

Bólkurin hevur seinastu fimtan árini gjört um seg á danska tónleikapallinum við hittum, konsertum, festivalum, virðislönum og enntá við heiðrinum at lata Orange pallin upp á Roskilde festivalinum, ein heiður, ið bert tey mest spennandi növnini fáa. Men mest av öllum er hetta ein framúrskarandi bólkur, ið dugir at seta lív í eina festivalfjöld, við júst rætta lutfallinum millum tað glaða og tað kedda.

Beharie

Norski Beharie hevur djúpar rötur í indie og soul tónleiki. Hóast ungan aldur, hevur hann longu vunnið ein norskan Spellemann prís fyri aðru EP sína "Beharie // Beharie", sama ár bleiv hann tilnevndur sum ársins altjóða nýbrot á svensku Gaffa tónleikaheiðurslönunum. EP'in vakti stóran ans, og Wonderland skrivaði at hetta var ein av bestu EP'unum á árinum.  Triðja EP'in varð givin út í 2022 og góða undirtökan vaks uppaftur meira.

Beharie hevur framúr góð evni av lata kenslur í heitan soulkendan og tíðarleysan búna. Vit eru errin av at kunna bjóða gestunum á G! Beharie.

Honningbarna

Besti konsertbólkur í Noregi, so ivaleysir eru fjepparar av Honningbarna, einum bólki, ið hevur seks heilldarútgávur aftanfyri seg. Men eisini miðlarnir brúka stór orð, Gaffa kallaði punkbólkin fyri "Kongene af Norge" eftir framförsluna á stóra Øyafestivalinum í fjör.

Tá Honningbarna fara á pall við sínum lívliga tónleiki og eyðkendu Kristiansand dialekt, fer alt upp at kóka. Hetta verður stutt sagt garrvilt, tí gleða vit okkum at uppliva Honningbarna í Syðrugötu í summar.

Axel Flóvent

Axel Flóvent hevur stöðugt verið eitt av störstu íslendsku tónleikanövnum síðani fyrsta EP'in kom út í 2015. Við yvir 70 milliónum stroymingum av fyrsta staklagnum gjördi Axel Flóvent eisini um seg altjóða frá fyrsta degi.   Föddur og uppvaksin í Húsavík, innspældi og framleiddi hann fyrstu EP'ina í heimbygdini, men íblástur fekk hann úr öllum frá Bon Iver til Bombay Bicycle Club.

Longu sum 19 ára gamal flutti Axel til Amsterdam og fekk samband við spennandi hollendska tónleikapallin. Harnæst búði hann í Brighton og endaði síðan aftur í Reykjavík, har hann skrivaði og spældi inn sína fyrstu heildarútgávu 'You Stay By The Sea'.

Árstíðir

Úr öskuskíggjunum av Eyjafjallajökli komu Árstíðir brakandi inn á altjóða tónleikapallin í 2010. Trioin av Daniel, Ragnari og Gunnari hevði longu tvey ár á baki, og við tveimum staklögum ovast á íslendska hitlistanum, vórðu tryggu og kendu karmarnir skiftir út við eina umfatandi konsertferð um allan heimin. Frá Siberia til San Diego, Zagreb til Svalbard, alt meðan upptökan av eini spontanari framförslu av einum 800 ára gomlum sálmi á eini tokstöð gjördi bólkin til eitt viralt fyribrygdi.

Tað serliga við Árstíðum er serliga kemiin millum teir tríggjar, ið manna bólkin og teirra tokki til harmoniir. Hetta er poppur við fangandi niðurlögum og spennandi útsetingum.

Annti Paalanen

Annti Paalanen blandar siðbundnan, finskan tónleik og elektroniskan dansitónleik á harmoniku. Hann leggur ta góðsligu atmosferuna, sum harmonikan gevur, oman á rúsandi rútmurnar hjá elektroniska tónleikinum. Harmonikan hevur altíð fingið fólk upp á tá.

sa songröddin finnur íblástur í siberiskum sangsiðvenjum, og gerst saman við harmonikuni og elektro tónleikinum eitt heilt serligt bland.

Sturle Dagsland

Sturle Dagsland ein heilt serligur norskur tónleikari og barkasangari, ið er kendur fyri at borðreiða við villum, makaleysum framförslum, ið fanga áskoðaran og tekur lurtaran við á surrealistiskar, vakrar tónleikaferðir.

Á festivalum kring heimin, allastaðni frá Shanghai til New York, skapar Sturle tónleik við einari myrkari, loftkendari styrki, sum ikki rekst aftur.  Vit á G! eru errin av at bjóða tykkum Sturle Dagsland.

Frammanundan hava vit avdúka fimm onnur nøvn úr hinum Norðurlondum Jada(DK), Briét(IS), Lucky Lo(SE), Irene(FI) og Brimheim (DK/FO)

Prísurin á atgognumerkjum fer upp á miðnátt 14. mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder