Vinna

Vónin hevði aftir eitt gott ár

.

2024-06-24 13:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tíðindaskriv 

Vónin samtakið er í vøkstri. Í 2023 hevði samtakið eina søluframgongd á 34 mió., frá 603 mió. kr. í  2022 til 637 mió. kr. í 2023. Vøksturin kemst av øktari sølu til marknaðir uttanfyri Føroyar. Hóast  samtakið upplivdi ein vøkstur í søluni, fall úrslitið hjá samtakinum frá 52 mió. kr. í 2022 til 47 mió.kr. í  2023. Høvuðsorsøkirnar til broytingina vóru øktar lønarútreiðslur, umframt hægri avskrivingar og øktar  rentuútreiðslur vegna íløgur í bygningar og rakstrartól.  

Samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Kanada, Danmark, Norra og Litava. Í  Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til  uppisjóvarvinnuna og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna. Í samtakinum eru 22 deildir  staðsettar runt norðuratlantshavið.  

Søluframgongdin hjá samtakinum kemst av øktari sølu til marknaðir uttanfyri Føroyar. Sølan til  alivinnuna er vaksin síðstu árini, har hon er vorðin meira enn ein triðingur av samlaðu søluni hjá  samtakinum.  

Í Føroyum hevur Vónin bygt eitt nýmótans barki- og turkihús í 2023, sum nú er tikið í nýtslu við  Norðskála. Harvið hevur Vónin helst ta mest framkomnu tænastustøðina í heiminum til alivinnuna.  Umframt hesa tænastustøð hevur norska felagið Vónin Refa eina líknandi tænastustøð í norður  Noregi.  

Í tráð við ætlanirnar hjá samtakinum, um at styrkja marknaðarstøðuna enn meira í Skotlandi, hevur  Vónin ognað sær eitt felag í Skotlandi, áður nevnt Mørenot Scotland, nú Vónin Scotland. Felagið veitir  tænastu til alivinnuna og hevur tvær støðir, ávikavist í Scalpay á Hebridunum og í Scalloway í Hetlandi.  Í felagnum starvast 27 fólk. Harumframt er byggingin av einari nýmótans tænastustøð í Kyleakin á 

Isle of Skye byrjað, og verður hon eftir ætlan tikin í nýtslu komandi ár. 

Á Vónini verður nógv orka brúkt uppá menning og nýhugsan. Síðstu árini hevur m.a. verið arbeitt við  at menna nýmótans trollemmar, sum kunnu stýrast beinleiðis frá brúnni á skipinum. Úrslitið av  menningini er at Vónin nú kann bjóða sínum kundum í uppisjóvarflotanum trollemmar við stýring.  

Umhvørvið hevur høga raðfesting hjá Vónini. Í samtakinum hava feløgini arbeitt miðvíst at endurvinna  tilfar frá fiski- og alivinnuni, fyri at fyribyrgja at tað fer til tyrving ella brenning. Síðstu tvey árini hevur  samtakið sent 1.633 tons av nylon tilfari, 485 tons av plastik tilfari og 139 tons av stáli til endurvinning.  Harumframt eru íløgur gjørdar at skerja vakstrarhúsútlátið, m.a. í 2023 vóru sólpanel uppsett á 10.000  m2 stóru framleiðsluhøllini í Litava, sum ger at høllin í dag er sjálvbjargin tá tað kemur til ravmagn. 

Fyri 2023 var miðaltalið av starvsfólkum hjá samtakinum 454. Harav starvast 103 av teimum í Føroyum. 

Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semi-pelagisk  trol, botn- og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr.  

Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking  og umvælingar av nótum osfr.  

Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a. 

Hjalmar H. Petersen, stjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder