Vinna

Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum 5%

Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum hevur verið veksandi síðani miðjan 2022 og var 5,0% í februar 2023 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við sama stíðarskeið í 2022. Men útlánini veksa ikki ov skjótt í mun til búskapin, har vøksturin í BTÚ í leypandi prísurm er mettur at vera 10,8% í 2022.

2023-04-24 09:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Útlánsvøksturin stavar í løtuni frá útlánum til privatar fyritøkur og húsarhald. Samstundis er vøksturin í útlánum frá donskum realkredittstovnum til føroysku húsarhaldini lækkaður, og tað kann skyldast, at húsarhaldini, vegna lutfalsliga stóru rentuhækkingarnar á fastrentaðum realkredittlánum, heldur velja at læna í føroysku bankunum, sí mynd 1.

Privatu fyritøkurnar, sum hava økt um lántøkuna í føroysku bankunum síðani miðjan 2022, eru fyritøkur innan millum annað fiskivinnu, elframleiðslu og fastogn. Fíggingin til privatu vinnuna var 455 mió. kr. størri í februar 2023 samanborið við sama mánað árið fyri. Herav er fígging til fastogn økt við 205 mió. kr., 105 mió. kr. til fiskivinnu og 6 mió. kr. til elframleiðslu. Í sama tíðarskeiði er fíggingin til annað virksemi lækkað, eitt nú til gisti- og matstovuvirksemi, ið er minkað við 158 mió. kr.  

Føroysku húsarhaldini hava økt um sína lántøku í føroysku bankunum við 569 mió. kr. í tíðarskeiðinum februar 2022 til februar 2023. Samstundis er lántøkan hjá føroysku húsarhaldunum í donsku realkredittstovnum einans økt við 5 mió. kr.

Útlánsvøksturin frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum var tilsamans 3,0% í februar 2023 samanborið við í februar 2022, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.

Mynd 1 Útlánsvøkstur

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder