2023-03-06 10:00
Prestarnir í Vága prestagjaldi hava tikið hugskotið til sín, og í tí sambandi verður skipað fyri sálmakvøldi í Sandavágs kirkju í kvøld 6. mars klokkan 19.30.
-Tað snýr seg um hetta einfalda: at koma saman og syngja føroyskt í kirkjuni, sigur Inga Poulsen Dam, prestur.
Fyriskiparanir vóna at kunna fylla kirkjuna við fólki – saktans úr øllum landinum – sum dáma væl at syngja sálmar í felag.
Sungið verður bæði úr “gomlu” sálmabókini og úr Sálmabókaískoytinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald