Góðu tit øll.
Í fjør var ætlanin at skipa fyri serligari minningarløtu fyri teimum báðum Olivari á Ryggi og Rasmus Rasmussen, tá 150 ár vóru liðin, síðan teir báðir vóru føddir, tiltakið mátti avlýsast vegna Coronu sjúkuna. Nú royna vit aftur og dagurin er settur at verða hin 14.09 kl. 19.00.
Vit minnast Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen.
Í sambandi við at tað eru liðin 150 ár síðan miðvingarnir Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen vórðu bornir í heim, verður minnisløta við fyrilestrum, sangi og upplestri í
Miðvágs kirkju mikukvøldið 14.09 kl. 19.00.
Jákup Reinert Hansen gudfrøðingur, Phd og lektari í føroyskari kirkjusøgu, og Guðrun Gaard Phd. í norðulendskum bókmentum, og abbadóttir Rasmus, halda fyrilestur og hugleiða um merkismennirnar Olivar og Rasmus. Vágaprestarnir, Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð, lesa upp, og vit syngja sálmar og sangir eftir teir báðar. Vit bjóða ein drekkamunn í steðginum. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vága prestagjald og Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald