Vinna

Vit kundu havt lorkað alt burtur

Eg gleðist um sáttmálan

2024-11-30 17:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya Fiskimannafelag: Nú eru samráðingarnar við Russland fyri 2025 lidnar og sáttmálin undirskrivaður.

Vit á Føroya Fiskimannafelag og nógvir fiskimenn hildu ondini, tá ið samráðast skuldi um nýggjan fiskveiðusáttmála við Russland. Semja var ikki í samgonguni, um vit skuldu halda fram ella ikki, sigur Jan Højgaard.

Í farnu viku ráðførdi landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd viðvíkjandi samráðingum við Russland um fiskiveiðuavtalu fyri 2025.

Tað hoyrdist áðrenn fundin, at meiriluti var ikki í nevndini at fara til samráðingar við Russland. 

Tað er ikki vist, at tað munar, sigur Jan, men eg tosaði við fleiri løgtingslimir upp undir fundin um, hvussu neyðugt tað var at fáa ein sáttmála í lag við Russland. Talan var um lívsgrundarlagið fyri fleiri av okkara limum, vísir Jan á.   

Spenningur upp undir fundin

Spenningur var, um ein meiriluti í nevndini var fyri at fara til samráðingar. Tíbetur hevur onkur flutt seg, tí formaðurin, Bjarni Hammer, kundi boða frá, at eisini hann var við í meirilutanum at siga ja til samráðingarnar, sigur Jan Højgaard.

Var ongin meiriluti, so kundi tað rykt lívsgrundarlagið undan nógvum fiskimonnum og húskjum teirra. 

Kundu lorka alt burtur

Sum formaður í Føroya Fiskimannafelag er tað mær ein stór gleði, at tað nú er gjørdur ein nýggjur fiskveiðusáttmáli, sigur Jan. Útlitini vóru, at ongin sáttmáli varð gjørdur og at vit fóru at lorka alt burtur, men tíbetur endaði tað ikki so.

Hóast sáttmálin ikki er tann besti, so fegnist eg um, at okkara limir kunnu fara til arbeiðis í m.a Barentshavinum í 2025. Varð semja ikki gjørd, kundi tað rykt lívsgrundarlagið undan nógvum fiskimonnum og húskjum teirra, sigur Jan Høgjaard, formaður at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder