Formaðurin, Jógvan Trondesen Andreasen, greiddi frá málum og hendingum sum felagið hevur arbeitt við seinasta árið. Fyrst mintust vit Mortan Johannesen sum doyði stutt herfyri. Mortan var formaður felagsins árini 2006 til 2021 og eigur hann stóran part av æruni fyri at felagið er blivið so stórt og aktivt sum tað er. Vit mintust Mortan standandi í tøgn í 1 minutt.
Vit arbeiða støðgut fyri at betra um umstøður og viðurskifti hjá limunum á m.a. havnalagnum. Vit hava gott samstarv við Tórshavnar Havn í fleiri málum. Nevnast kann at kaikranin er blivin fluttur og yvirtikin av Havnini; arbeitt verður við at bøta um umstøðurnar viðvíkjandi gogguknúsaranum; bøtt verður støðugt um egningarskúrarnar. Ein skúrur er blivin renoveraður og deildur upp soleiðis at 8 bátar nú hava pláss í hesum eina skúrinum. Menn eru sera nøgdir við at kunna samstarva á hendan hátt.
Vit hava samskift við Vørn og Landsverk um aldumátararnar og veðurmátistøðunum, sum alt ov ofta er óvirkin og rigga illa. Mynduleikarnir tykjast at taka okkara ónøgd í álvara og siga seg arbeiða við at finna betri langtíðar loysnir.
Vit hava arbeitt nógv við ætlanunum hjá Vinnumálaráðnum sum ætlar at herða krøvini til sigligarloyvi hjá útróðrarbátum í Bólki 5. Vit eru sera stúrnir um hesar ætlanirnar gerast veruleiki, tí krøvini eru sera umfatandi, sera kostnaðarkrevjandi og eftir okkara tykki als ikki hóskandi fyri útróðrarbátar á innaru leiðunum. Vit hava útvega okkum løgfrøðisliga ráðgeving í hesum málinum.
Eftir formansfrágreiðingina var Ymiskt á skránni. Mest vóru landingarumstøðurnar til komandi várróðurin umrøddar.
So var nevndarval. Bara formaðurin stóð fyri vali. Hann var einmælt afturvaldur. Nevndin sær soleiðis út: Jógvan Trondesen Andreasen, formaður. Ragnar Hentze, næstformaður og kassameistari. Sámal Lindenskov, nevndarlimur og granskoðari. Doru Tiberiu á Torvlaðnum, tiltakslimur.
Aðalfundurin endaði við góðum felagsdøgurða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald