Mentan

Vísindavøka á ferð í Havn

Í kvøld kl. 19 verður Vísindavøka á ferð á Landsbókasavninum í Havn.

2022-09-12 14:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gransking.fo skrivar:

Her vera tríggjar framløgur, hvør umleið 20 min.

Frá útláti til stein - CO2 goymsla í føroysku undirgrundini
Rakul Maria Johannesen, Jarðfeingi

Skíggin - ein góður tænari, men ringur harri
Gitte Klein, Fólkaheilsuráðið

At finna høpi í lockdown: Ein kanning av koronudagbókum
Erika Hayfield, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Vísindavøka á ferð kring landið

Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. 

Skráin sæst á gransking.fo https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2022/visindavoka-a-ferd-2022/

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.

----

Sí eisini: https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/kalendari/visindavoka-a-ferd-i-havn/  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder