Annað

Virksemið hjá politinum í tølum

Føroya Politi savnar árliga eina røð av hagtølum, sum verða løgd út á okkara heimasíðu. Leisturin í ár hevur verið øðrvísi, og árshagtølini hava fingið nýtt snið og innihald.

2024-12-06 13:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hagtølini geva lesaranum innlit í gongdina av ymiskum sløgum av brotsverkum í Føroyum, m.a. stuldur, innbrot, harðskapur, kynslig brotsverk, rúsevni, ungdómsbrotsverk og ferðslubrot. Tølini vísa eisini, at ein týðandi partur av dagliga arbeiðinum hjá politinum ikki er beinleiðis knýttur at umsiting av lógum, men at taka sær av sjúkum/hjálparleysum borgarum í okkara samfelag.

Viðmerkjast skal, at tølini í høvuðsheitum eru grundað á talið av fráboðanum, sum politiið hevur móttikið. Tískil vísa hagtølini ikki, hvussu stórur partur av hesum fráboðanum hava elvt til skuldsetingar ella ákærur. Hóast hetta meta vit, at árshagtølini fyri 2023 geva lesaranum eitt virðismikið innlit í brotsverk, ið vera framd í Føroyum.


Hagtøl síggjast  her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder