
Í oktober fara vit aftur at varpa ljós á sálarliga heilsu og trivnað í kommununi. Vit fara at skipa fyri nøkrum tiltøkum sum leggja serligan dent á samanhangin millum ABC fyri sálarliga heilsu og fjølmentan.
Endamálið við Virkin Oktober er at minna okkum á, at sálarlig heilsa hevur eins stóran týdning sum tann kropsliga heilsan. Tað snýr seg í grundini um alt tað, ið ger lívið vert at liva. Við ABC hugtakinum fáa vit eina greiða, men samstundis einfaldan leiðbeining:
- Ver virkin: bæði likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga. Tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, telva, lesa eina bók ella njóta náttúruna.
- Ver saman: at vera partur av einum felagsskapi – tað kann vera bindiklubbi, kóri, bókaklubbi ella eitt ítróttalið. Tað týdningarmiklasta er at vera saman við øðrum.
- Ver hugbundin: at læra okkurt nýtt, geva eitt íkast í sjálvboðið arbeiði ella seta sær eina persónliga avbjóðing. Tað gevur innihald og meining í lívinum – og kann til dømis vera at tekna seg til eitt kvøldskúlaskeið.
Heilsustýrið hevur gjørt serligar álmanakkar til børn, ung og vaksin. Álmanakkarnir vísa á smáar gerðir, sum hvønn dag í oktober kunnu hjálpa okkum at vera virkin, saman og hugbundin – og soleiðis styrkja sálarligu heilsuna. Harumframt eru tómir álmanakkar, sum kunnu fyllast út við egnum hugskotum, ella nýtast sum eitt felags amboð á dagstovnum, skúlum og arbeiðsplássum. Álmanakkarnir kunnu síggjast við at klikkja á her.
Stovnarnir og skúlin í Vága kommunu fara eisini allan mánaðin at skipa fyri ymiskum innanhýsis tiltøkum, sum seta sjóneykuna á sálarliga heilsu og trivnað í gerandisdegnum.
Hetta er boðskapurin, sum Vága kommuna vil gera sjónligan í oktober, og sum vit samstundis seta í samband við fjølmentan.
Integratión er ikki bert ein fyriskipan, men eitt lívsgrundarlag: at fólk við ymiskum mentanarligari bakgrund gerast partur av sama felagsskapi, samstundis sum tey varðveita sín egna samleika. Í Vága kommunu hava vit stóran ágóða av fjølbroytni – bæði á stovnum og í dagligdegnum – og hetta kemur serliga til sjóndar í Fjølmentanarvikuni, sum verður ein partur av Virkin Oktober.
Her fáa vit høvið at hittast tvørturum mál, siðir og mentanir, at víðka sjónarringin og at menna eitt samfelag, har øll hava pláss og øll kunnu gera sítt íkast.
“Sálarlig heilsa og fjølbroytni eru tætt knýtt saman. Tað, at vit liva í einum samfelagi, har vit kenna okkum virkin, samanbundin og hugbundin, er lykilin til trivnað. Í fjølmentanarvikuni fáa vit enn einaferð prógv um, at ymiskleikin styrkir okkum – bæði sum einstaklingar og sum felagsskap,” sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.
Við Virkin Oktober vilja vit í Vága kommunu minna á, at sálarlig heilsa og fjølmentan eru nakað, vit øll eiga at leggja okkum eftir at røkja. Tað snýr seg um at vera framfýsin og fevnandi – og um at byggja eitt samfelag, har tað er pláss fyri øllum.
Næstu dagarnar verða ymisku tiltøkini kunngjørd.
Øllum verður ynskt ein góðan virknan oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald