Á heiðurstiltaki í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla í gjárskvøldið handaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Aldu Mohr Eyðunardóttir Virðisløn til ungt listafólk. Unga kvinnan hevur seinastu árini rættiliga gjørt vart við seg sum listakvinna, og hon er ein av teimum fáu at koma gjøgnum nálareygað til kongaliga danska listaháskúlan, har hon nú nemur sær masterútbúgving.
Í grundgevingini stóð millum annað soleiðis:
Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í sínari list, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og at endurgeva tekstil í øðrum miðlum. Tilfarið í listini hevur tilsipingar til føroyska mentan og handverk, millum teirra at veva, til fiskireiðskap og seyðaull. Hon er partur av einum ættarliði, har tilgongdin til handverkið er øðrvísi, og sambært ungu listakvinnuni er hetta eisini ein fyrimunur, tí verkini kunnu kennast meira erlig og beinleiðis.
Fyri serstakliga góðu listagávurnar fær Alda Mohr Eyðunardóttir Virðisløn til ungt listafólk 2022.
Virðisløn til ungt listafólk er 50.000 kr., og hon verður latin ungum, sum hevur víst serliga góðar gávur og fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald