Vinna

Vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2023

Í kunngerð nr. 162 frá 19. december 2022 um veiðu eftir svartkjafti fyri 2023 er ásett, at 7.000 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2023.

2023-01-06 19:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Umsóknarfreistin er kl. 12.00 fríggjadagin 20. januar 2023.

Umsóknarblað fæst her.

Kunngerð nr. 162 frá 19. december 2022 um veiðu eftir svartkjafti fyri 2023 sæst við at trýsta her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði.

Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Upplýsast skal um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður í landi eisini. Um talan er um at fiska til matna og ídnað á sama túri/túrum er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu latin til matna kann fara til ídnað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder