Hósdagin 20. oktober verða starvsfólk frá Vinnuhúsinum at hitta á Finastøðini í Klaksvík, og limir kunnu antin koma inn á gólvið ella gera avtalu við okkum frammanundan á [email protected].
Hósdagin kl. 16.00 verður skipað fyri einum tiltaki um lønar- og setanarviðurskifti, umframt at Ana Holden-Peters frá Burðadygt Vinnulív hevur eina framløgu um burðadygga
rákið og krøv, sum fyritøkur koma at merkja frá kundum, bankum, veitarum og øðrum.
Fríggjadagin 21. oktober fara starvsfólk á virkisvitjanir í Klaksvík og Leirvík. Til ber at avtala, at vit koma á vitjan í tíni fyritøku, um áhugi er fyri hesum. Um tú ynskir vitjan í tíni fyritøku kanst tú boða okkum frá [email protected] ella ringja á telefon 309900.
Skrá:
Hósdagur, 20. Oktober:
Kl. 09.00 - 16.00
Starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru at hitta í Finastøðini. Limir kunnu koma framvið at práta um ítøkilig starvsfólka- og setanarviðurskiftim ella ávís evni innan tína vinnugrein.
Kl. 16.00 - 17.30
Kunningartiltak í Finastøðini
Lønar- og setanarviðurskifti:
Endamálið er at lýsa nøkur av teimum viðurskiftum, sum oftast koma fyri í samband við starvsfólkasetanir, og sum kunnu skapa avbjóðingar. Eisini verður komið inn á galdandi lóggávu o.l.
Burðadygga rákið og krøv til fyritøkur:
Ana Holden-Peters greiðir frá um týdningarmestu rákini og væntandi ávirkan hesi hava á føroyskar fyritøkur. Somuleiðis greiðir hon frá um átakið “Burðardygt Vinnulív” og um hvussu fyritøkurnar hava valt at fara undir arbeiðið at seta burðadygd á dagskránna.
Vit bjóða kaffi, te og okkurt leskiligt afturvið.
Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Fríggjadagin 21. oktobur
Kl. 09.00 – 16.00
Vinnuvitjanir í Klaksvík og Leirvík.
Limir eru vælkomnir at seta seg í samband við okkum, um tit ynskja at vit koma á vitjan í tykkara fyritøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald