Vinna

Vinningsbýti á 8,5 milliardir krónur árini 2016 til 2020

Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 1998 til 2020. Hagtølini fevna um ikki-fíggjarlig feløg. Nýggju hagtølini vísa millum annað, hvussu fyrsta árið við koronufarsóttini hilnaðist í ymsum vinnugreinum í mun til undanfarin ár. Sum nakað nýtt innihalda vinnugreinahagtølini nú tøl fyri ‘Vinningsbýti’ og ‘Nettoíløgur’.

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2022-05-03 09:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum og fyri ikki at gera dupultteljingar, eru úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikin við í ársúrslitunum, ið verða greinað niðanfyri.

Nýggju hagtølini vísa millum annað, at úrslitið í høvuðsvinnugreinabólkinum ‘Flutnings- og goymsluvinnan’ í 2020 var minus 324 mió. kr., ið er 480 mió. kr. minni í mun til 2019, tá úrslitið var 156 mió. kr. í yvirskoti. Úrslitið fyri ‘Gisting og matstovuvinnu’ var minus 19 mió. kr. í 2020 í mun til 30 mió. kr. í yvirskoti í 2019, t.v.s. ein minking á 49 mió. kr. Í 2020 var úrslitið fyri ‘Landbúnað og fiskiveiðu’ 499 mió. kr., sum er 551 mió. kr. minni í mun til 2019, tá úrslitið var 1,05 mia. kr.

Viðm.: NACE høvuðsvinnugreinabólkarKelda: Hagstova FøroyaMió. kr.Úrslit uttan kapitalpartar í mió. kr.A Landbúnaður og fiskiveiðaC FramleiðsluvinnaD El-; gass- og fjarhitaveitingF ByggivinnaG Heil- og smásøla; umvæling av akførumH Flutnings- og goymsluvinnaI Gisting og matstovuvinnaJ Kunning og samskiftiL Søla; útleiga og umsiting av fastognumM Serkøn og tøknilig tænastuveitingN Umsitingarligar tænastuveitingarP UndirvísingQ Heilsu- og almannaverkR List; undirhald og ítróttirS Aðrar tænastuveitingar1/2201820192020200020102020-50005001.0001.500

Aling á sjónum minni yvirskot

Í ‘Fiskiveiðu og aling’, ið er ein undirbólkur til ‘ Landbúnaður og fiskiveiða’, sæst millum annað, at úrslitið hjá vinnugreinini ‘Aling á sjónum’ árini 2019 og 2020 var ávikavist 794 og 220 mió. kr. Yvirskotið var sostatt 574 mió. kr. minni í 2020 í mun til 2019. Í vinnugreinini ‘Fiskiveiða til ídnað’ gekk tó hinvegin, og har var úrslitið árini 2019 og 2020 ávikavist 213 og 222 mió. kr. – ein hækking á 9 mió. kr.

Viðm.: NACE vinnugreinbólkar, útgreinað stigKelda: Hagstova FøroyaMió. kr.Úrslit uttan kapitalpartar í fiskiveiðu og alingA03.11.10 FeskfiskiveiðaA03.11.15 VerksmiðjuskipA03.11.20 Fiskiveiða til ídnaðA03.21.00 Aling á sjónum201820192020200020102020-50005001.000

Onkrar vinnugreinar meint raktar av koronu

Nýggju hagtølini vísa harumframt, at úrslitið í vinnugreininini ‘Flutnings- og goymsluvinna’ í 2020 var minus 324 mió. kr., ið er 480 mió. kr. lægri í enn í 2019, tá úrslitið var 156 mió. kr. Úrslitið fyri ‘Gisting og matstovuvinnu’ var minus 19 mió. kr. í 2020 í mun til 30 mió. kr. í 2019, t.v.s. ein minking á 49 mió. kr.

Viðm.: NACE høvuðsvinnugreinabólkingKelda: Hagstova FøroyaMió. kr.Úrslit uttan kapitalpartar í goymslu- og flutningsvinnu og gisti- og​matstovuvinnuH Flutnings- og goymsluvinnaI Gisting og matstovuvinna2018201920202000200520102015-500-2500250

Í ‘Gisting og matstovuvinnu’ sæst millum annað, at úrslitið hjá vinnugreinini ‘Gistingarstøð’ árini 2019 og 2020 var ávikavist 14 mió. kr. og minus 28 mió. kr. í 2019 og 2020 – ein lækking á 42 mió. kr. Úrslitið fyri ‘Matstovur, matútbering og gøtumat’ var 14 mió. kr. og 9 mió. kr. hesi árini – ein lækking á 5 mió. kr. Úrslitið fyri ‘Vertshús, kaffistovur, dansistøð v.m.’ lækkaði eisini hesi árini frá 1,3 mió. kr. í 2019 til minus 500 t. kr. í 2020 – ein lækking upp á 1,8 mió. kr.

Viðm.: NACE vinnugreinabólkarKelda: Hagstova FøroyaMió. kr.Úrslit uttan kapitalpartar í gisti- og matstovuvinnuI55 GistingarstøðI56.10 Matstovur, matútbering og gøtumaturI56.30 Vertshús, kaffistovur, dansistøð v.m.2018201920202000200520102015-40-20020

Fiskiveiða og aling 3,7 mia. kr. í vinningsbýti árini 2016 til 2020

Í hesi dagførdu útgávuni av roknskaparhagtølunum eru postarnir ‘Vinningsbýti’ og ‘Nettoíløgur’ gjørdir upp fyri fyrstu ferð.

Fyri at forða fyri, at innanhýsis útlutanir av vinningbýti koma við eru, vinningsbýtini í ‘Virksemi í høvuðssæti hjá fyritøku' ikki við í greiningini niðanfyri.

Frá 2016 til 2020 vóru tilsamans útlutaðar 8,5 mia. kr. í vinningsbýti fyri allar vinnugreinarnar. Hesi árini hava vinnugreinar innan fiskiveiðu og aling, heil- og smásølu; umvæling av akførum og byggivinnuni útlutað mest vinningsbýti.

Uppgerðin vísir, at frá 2016 til 2020 er í vinnugreinini ‘Fiskiveiða’ útlutað 664 mió. kr. í vinningsbýti. Hægsta útlutanin av vinningsbýti var hesi árini í vinnugreinini ‘Aling á sjónum’, ið útlutaði 3 mia. kr. í vinningsbýti. Vinnugreinarnar ‘Fiskiveiða’ og ‘Aling á sjónum’ hava tilsamans útlutað 3,7 mia. kr. í vinningsbýti árini 2016 til 2020.

Vinningsbýti í fiskiveiðu og aling 2016-2020

Mió. kr.
A03.11 Fiskiveiða664,0
A03.21 Aling á sjónum3.069,9
Tilsamans3.733,9
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar

Í høvuðsvinnugreinabólkinum ‘G Heil- og smálsøla; umvæling av akførum’ eru eisini fleiri vinnugreinar, ið hava útlutað vinningsbýti árini 2016 til 2020. Hesar eru ‘Heilsøla við øðrum matvørum, heruppií fiski, skeljadýrum og bleytdýrum’, ‘Heilsøla av brennievni og líknandi, í føstum, flótandi og gassformi’, ‘Heilsøla av timbri, byggitilfari og sanitetsútgerð’ og ‘Søla av bilum og øðrum løttum motorakførum’, ið tilsamans hava goldið út yvir 1 mia. kr. í vinningsbýti árini 2016 til 2020.

Vinningsbýti í heil- og smásølu; umvæling av akførum 2016-2020

Mió. kr.
G45.11 Søla av bilum og øðrum løttum motorakførum108,7
G46.38 Heilsøla við øðrum matvørum, heruppií fiski, skeljadýrum og bleytdýrum564,8
G46.71 Heilsøla av brennievni og líknandi, í føstum, flótandi og gassformi280,1
G46.73 Heilsøla av timbri, byggitilfari og sanitetsútgerð131,2
Tilsamans1.084,8
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar

Nettoíløgurnar hægst innan fiskiveiðu og aling

Samanbering av nettoíløgum í vinnugreinabólkum vísir, at frá 2016 til 2020 eru flest nettoíløgur gjørdar í høvuðsvinnugreinabólkinum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’. Her vóru nettoíløgurnar 3,8 mia. kr. frá 2016 til 2020. Nýggju hagtølini vísa harumframt, at bæði ‘El-, gass- og fjarhitaveiting’ og ‘Framleiðsluvinnan’ høvdu nettoíløgur somu árini fyri omanfyri 2 mia. kr.

Tilsamans fyri allar vinnugreinarnar vóru nettoíløgur fyri 12 mia. kr. árini 2016 til 2020.

Nettoíløgur 2016-2020

Mió. kr.
A Landbúnaður og fiskiveiða3.766,3
C Framleiðsluvinna2.002,7
D El-, gass- og fjarhitaveiting2.054,6
F Byggivinna456,5
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum549,3
H Flutnings- og goymsluvinna1.217,4
I Gisting og matstovuvinna480,4
J Kunning og samskifti94,6
L Søla, útleiga om umsiting av fastognum804,9
M Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting656,1
N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar44,4
Q Heilsu- og almannaverk26,5
R List, undirhald og ítróttir4,8
S Aðrar tænastuveitingar6,7
Tilsamans12.165,5
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder