Veðurstova Føroya: Vindferðin kring landið er í miðal 13 til 18 m/s. Ættin er útsynningur, kanska eina striku omanfyri, um útsynning vestan. Skýggjað er allastaðni í landinum og fyri tað mesta turt. Okkurt ælið er tó í støðum.
Sum kvøldið gongur, fer vindurin at veksa. Á midnátt er vindferðin 18 til 23 m/s av vestri, kanska eina hálva striku undir vestan. Onkra løtu 20 til 25 m/s. Hetta er stormur í miðalvindi. Hvirlurnar eru nakað væl harðari.
Saman við øllum hesum vindinum er skiftandi skýloft og okkurt ælið.
Sum náttin gongur, fer hetta at vera veðrið – t.e. 18 til 23 m/s av vestri, ella beint undir, onkra løtu 20 til 25 m/s, skiftandi skýloft og fyri tað mesta turt.
Um 8-9 tíðina í morgin ári er tað ringasta yvirstaðið. Vindurin minkar ikki skjótt. Á middegi er vindferðin farin niður um 20 m/s, og ættin farin upp í útnyrðing vestan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald