Vinna

Viltist í mjørkanum við Trøllkonufingur

Eitt ferðafólk ringdi í gjárkvøldið til løgregluna at biðja um hjálp. Hann hevði gingið seg í óføri við Trøllkonufingur, sum er eystur úr Sandavági.

Mynd: Pól Sundskarð

Mynd: Pól Sundskarð

2022-08-24 11:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Portal.fo skrivar:

Eitt ferðafólk ringdi í gjárkvøldið til løgregluna eftir hjálp. Hann hevði gingið seg í óføri nógva mjørkanum

Nógvur mjørki var, og tað var blivið bratt, har sum hann hevði gingið. Maðurin ætlaði sær at síggja Trøllkonufingur, men eftir at hava klintrað í brattlendinum eina løtu tordi hann ikki meira.

Løgreglan bað mannin bíða eftir hjálp. Tveir politistar við hundi vóru boðsendir umframt tveir staðkendir menn, men áðrenn hjálpin kom fram, lættaði av og maðurin sá aftur gøtuna og bygdina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder