Lýsing

VILT TÚ VERA VIÐ TIL AT MARKNAÐARFØRA FØROYAR UTTANLANDS?

-

2022-02-22 20:00 Author image
-
placeholder

 

Eitt spennandi starv í Atlantic Airways við høvuðsdenti á sølu og marknaðarføring er tøkt at søkja. Brennir tú fyri sølu, ert tú útvend/ur og fyrikomandi? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Vit søkja eftir einum sølufólki, sum skal vera við til at styrkja um sølutoymið á sølu- og marknaðardeildini.

Tín uppgáva

Tú verður partur av sølu- og marknaðardeildini hjá Atlantic Airways. Tað verður tín høvuðsuppgáva at arbeiða saman við ferðaskrivstovum og øðrum sam- starvsfeløgum fyri at menna søluna. Tú skalt avgreiða bíleggingar í søluskipanum og umboða Atlantic Airways á søluráðstevnum og verkstovum bæði í Føroyum og uttanlands.

Vit vænta, at tú...

Brennir fyri sølu, hevur áhuga fyri ferðavinnu og møguliga hevur royndir frá vinnuni

Ert fyrikomandi, sosial/ur og útvend/ur; tú dugir og sært týdningin av at netverka

Ert forvirkin (proaktiv/ur), dugir at skipa egið arbeiði og sært samstarv sum ein lykil fyri at náa besta úrslit- inum

Arbeiðir skipað, hevur gott yvirlit og eyga fyri smálutum

Dugir væl føroyskt, enskt og danskt í skrift og talu

Vit bjóða tær...

Eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum

Eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss

At gerast partur av einum lítlum, vælvirkandi toymi, har ferðin ofta er høg, og nógvir bóltar eru í luftini sam- stundis

Løn- og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi 14. mars 2022.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira um starvið

So ert tú vælkomin at venda tær til Árna Olsen, sølu- og marknaðarleiðara, á telduposti [email protected] ella á tlf. +298 21 37 77 ella Elina Sigvardsen, HR-leiðara, á
telduposti [email protected] ella á tlf. +298 21 37 02

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder