
Norðurstova í Miðgarði hevur nú fingið viðurkenning at virka sum serstova, sum umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Tí søkja vit eftir trimum námsfrøðingum, ella fólki við viðkomandi útbúgving at starvast 30-40 tímar um vikuna.
Tú verður við til at menna eitt sernámsfrøðiligt tilboð, sum byggir á okkara felags virðisgrundarlag og barnasýn. Tú fært frælsi at koma við tíni vitan og royndum og seta tín dám á virksemið bæði í Norðursestovu og stovninum sum heild.
Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børn hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt til at skapa eina góða relatión, og hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið. Vit ynskja at menna okkara skipan, so hon rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni.
Vit vænta at tú
- Hevur áhuga fyri børnum við serligum tørvi
- Megnar at tillaga námsfrøðina til avbjóðingina hjá einstaka barninum
- Megnar at samantvinna námsfrøði og sernámsfrøði
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hugsar í loysnum
- Hevur góð samskiftisevnir
- Dugir at tillaga teg eftir umstøðunum
Ynskiligt er at tú hevur viðkomandi eftirútbúgving.
Um starvið
Tú kemur at arbeiða í skipaðum samstarvi við Námsfrøðiliga ráðgevan hjá Vága kommunu og tey starvsfólk, ið arbeiða á stovuni, sum barnið er knýtt at.
Toymisfundir eru hvørja viku og tú hevur sjálv/ur møguleika at skipa tína fyrireiking í mun til tína arbeiðstíð.
Grundarlagið í Serstovuni byggir á at skapa eina góða relatión og út frá henni skapa menning. Serstovan nýtir ymisk sernámsfrøðilig amboð í sínum gerandisliga virksemi, so sum alternativt samskifti og motoriskar venjingar.
Vit kunnu bjóða tær
- Fakliga menning
- Fakliga umhugsan
- Arbeiða sjálvleiðandi
- Vera við til at skapa nakað nýtt
- Leiða og skipa arbeiðið í Norðurstovu
- Góða fyrireikingartíð
Um stovnin
Serstovan eitur Norðurstova og hon er ein av 8 stovum í Miðgarði. Umframt serstovuna eru fýra barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur.
Serstovan skal rúma 5-7 børnum. Normeringin verður føst og er tann sama sum til 20 børn.
Í Miðgarði ganga umleið 100 børn, og her arbeiða 35 nærløgd og dugnalig starvsfólk, harav 16 námsfrøðingar.
Vága kommuna hevur bestu normering í landinum og sera góðar umstøður í Miðgarði. Hølisviðurskiftini gera tað møguligt at skipa virksemið í smáar bólkar ígjøgnum allan dagin.
Norðurstova arbeiðir við øllum teimum námsfrøðiligu hugsjónum og amboðum, sum stovnurin nýtir. Hesi kanst tú lesa meira um á www.midgardur.fo
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-23 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8. Førleikaviðbót verður latin fyri viðkomandi eftirútbúgving.
Spurningar
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, leiðara, á tlf.794520.
Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, lívrensli og møguligum viðmælum skal sendast til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Ella sum teldupostur til [email protected]. Viðmerk “Umsókn”. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. juli kl. 12.00.
Um námsfrøðingar ikki søkja verða hjálparfólk sett í fyribils starv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald