2022-04-14 14:45
Beint fyri klokkan fimm í morgun stoyttu Vesturbúgvin og Eysturbúgvin saman suðuri móti markinum sunnanfyri Føroyar.
Eysturbúgvin sakk eftir stuttari løtu.
Øll manningin, sum taldi sjey, var skjótt bjarga umborð á Vesturbúgvan við MOB bátinum. Allir hava tað gott eftir umstøðunum.
Vesturbúgvin er á veg heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald