Vinna

Vikmar 20 ár

Fríggjadagin 19. august bjóðar Vikmar til opið hús, í samband við at tað eru 20 ár síðan felagið byrjaði at veita tænastur til sjóvinnuna.

2022-08-19 10:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Umframt góðan mat av grillini, framførir Jens Marni Hansen.

Eisini verður forkunnug framsýning, við Tórarinn N. á Rípuni, frásøgumanni, av gomlum sjáldsomum sjókortum og kortum av Føroyum frá 1700 og fram til seinnu helvt av 1900.

Eisini eru eldri maritimir málningar úr Føroyum, har tann elsti er frá 1845.

Tiltakið verður frá kl 14 til 18

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder