Ítróttur

VÍF fær betri karmar

.

2024-12-06 18:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Vestmanna:

Bygdarráðið samtykti á fundi 30. okt., at játta  500 t.kr. við tí endamáli, at byrja tilgongdina at útvega VÍF betri karmar.


Fyrireikingararbeiðið – har ætlanin er at umbyggja verandi køk í Ítróttarhøllini til vektarrúm og byggja uppí eystara enda á høllini – er komið væl ávegis.


Á fíggjarætlanini fyri 2025 eru 4 mill. kr. settar av, so byggiarbeiðið kann setast í verk komandi ár.

Bygdarráðið fegnast um, at Vestmanna Ítróttarfelag – sum bleiv stovnað 17. mai 1939 – umsíðir fær somu karmar sum feløgini, tey kappast ímóti, og at VÍF fær hølir sum hóska til stóra virksemið hjá felagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder