Í visjónini stendur m.a. um vinnulív og ferðavinnu:
Vinnulív
Kommunan ynskir at gerast ein góður viðleikari um framtíðar karmar fyri vinnuna. Millum annað verða hesir møguleikar kannaðir nærri:
Grótbrotið í Sandavági
Økið norðuri á Heiðum og Niðri á Tjørn
Økir til skrivstovufyritøkur og lættari ídnað
Miðstaðarøkir í mun til borgarar og ferðafólk
Hillingartangi
Ferðavinna
Í náttúruvøkru og veðurgóðu Vágum er somuleiðis upplagt at gera meira innan ferðavinnuna, sum væntast at taka dik á seg komandi árini. Kommunan ynskir at gerast ein meiri virkin viðspælari, saman við Visit Vágar, fyri at tryggja, at verulig tøk verða tikin – eitt nú:
At gera serligar gøtur, sóljuleiðir, sum leiða ferðafólkini trygt á leið til vøkru støðini í oynni
Vinnuferðavinna verður sett á breddan og raðfest
Ferðavinnumøguleikar Niðri á Tjørn verða kannaðir nærri, eins og matstovur og kaféir eiga at gerast ein natúrligur partur av býarmyndini.
Hetta samsvarar væl við verkætlanina sum ein avtala er gjørd um, har eitt vinnuøki er útleigað til eina fyritøku, ið hevur ætlanir um at byggja smáttur til útleigan til ferðafólk og vinnuferðavinnu, eisini føroyingar. Eitt krav fyri at gera leiguavtaluna var, at fyritøkan er skrásett í kommununi, so vinnuskatturin verður verandi í kommununi. Áðrenn byggiloyvi verður útskrivað, skulu greiðar tekningar gerast av smáttunum og økinum, sum síðan verður viðgjørt í nevndum og býráðnum.
Á einum eyka býráðsfundi tann 1. oktober 2024 samtykti býráðið einmælt at skipa norðara partin av økinum sum leiguøki, meðan heimari parturin skuldi setast til sølu. Hetta hevur verið kunngjørt á heimasíðuni hjá kommununi, og ein sølulýsing hevur staðið í miðlunum í ein mánað.
Bjarni Prior
Borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald