Har stendur, at tað kostar 800 kr. fyri eitt par við 2 børnum at ganga út í Trælanípu.
Hetta er ikki rætt !
Børn upp til 15 ára aldur fara ókeypis út á Trælanípu. Vaksin fólk gjalda 200kr.
Vit gjalda MVG av hvørjari billett, so 50 kr fara í Landskassan av hvørjum atgongumerkið.
Tá talið av ferðafólki vaks í 2016-17-18 settu vit stór skeltir upp at halda seg til tað ovaru gøtuna, av tí at farleiðin fram við Leitisvatnið var blivin til eitt runudíki og heiðafuglur var rýmdur av reiðrinum, men onki hjálpti. Fólk traðkaðu bara hegni niður og gingu framvegis um allan hagan og lendis-slitið vaks framvegis. Nú er alt lendi fram við Leitisvatnið komi fyri seg aftur og heiðafuglurin støðast aftur.
Ì 2019 bleiv eitt manna móttøku-hús sett upp og eitt gjald bleiv sett á, og vit gjørdu gøtuna longri og betri . Eitt er sikkurt, um vit ikki høvdu eitt mannað móttøku hús, -har øll fáa eina forkláring hvar og hvussu tey skulu ganga, var svørðurin um allan hagan mest sum eitt stórt runudíki. Tí, at stór skeltir loysa ikki handan trupulleikan, tað hava vit roynt uppá allar mátar. Tí fólk virða tað ikki.
KVF og Sosialurin skrivað nógv um óskipaði viðurskifti og vísa myndir av Trælanípu til hesar greinir. Men vit hava skipað viðurskiftir.
Tað sær út til at KVF og Sosialurin saman við Visit Faroe Islands bert røkja áhugamálum hjá hotellvinnuni í Havn og ikki ferðavinnuni runt landið.
Fjølmiðlar skriva nógv um rættindi hjá føroyingum at ganga i haganun og royna at øsa allar føroyingar upp, um ein trupulleika sum ikki er til. Hetta líkist meira eini skjúldari dagskrá, sum er at fáa almannarætt galdandi í Føroyum, har øll ferðafólk kunnu ganga frítt allastaðnis og ikki bert á gøtum.
Hetta kann ganga heilt galið um ferðafólkatalið veksur nógv komandi árini, tí at tá verður ikki nógv eftir av tí føroysku náttúruni, av tí mann kann ikki samanbera lítlu Føroyar við onnur lond, sum hava nógv størri økir. Tað verður tosa nógv um lógar broyting fyri at verja náttúruna men hvussu skal náttúran verjast, tá øll ganga sum teimum lystir um alt landið?
Tað føroyska lendi er viðbrekið, av tí at gróðrartíðin er stutt og regnið er nógv, og tí tolir lendi ikki nógva gongd.
Visit Faroe Islands hevur ført fram í fleiri ár, at um gjald at ganga í haganum ikki bleiv tikið av, fór hetta at føra við sær, at ferðafólk halda seg aftur at komað til Føroyar. Men nú í 2022 eru øll hotell, hvørt kamar, hús, neyst og Airbnb fullsett.
Eitt Sp/f er stovnað at standa fyri innkrevjing. Peningurin verður nýttur til lønir, bygging av gøtu, bygningum, og viðlíkahald av gøtuni, og ein partur fer eisini av til Nípuhagan, sum hevur fleiri eigarar.
Hagin letur eisini rokniskap inn og eigararnir uppgeva hetta sum eina B- inntøku ,sum so eisini verður skattað.
Vit hava eitt móttøku hús/ kaffihús, sum er manna 15 tímar hvønn dag um summarhálvuna, og nakað minnið út á heysti, so hvørt sum tað myrkist. Har eru fleiri fólk á lønarlistanum. Aftur har fær Landskassin skatt av hesum lønum.
Ferðafólk koma ikki til Føroyar at síggja eitt hotell i havn, men tey koma til Føroyar at síggja náttúruna og av tí sama, er tað ikki meira enn rímuligt, at nakað liggur eftir úti í tí lokala økinum.
Nógv fólk ganga út á Trælanípu og av tí sama, støðast seyður ikki har úti, og tí var neyðugt at minkað um áseyðartalið.
Móttøku húsið virkar eisini sum ein Kunningarstova hjá ferðafólki at upplýsa um økið, oynna og um onnur ferðastøð um allar Føroyar, alt frá Føroya søgu, til matstovur, handlar og hýrubilar. Umframt er kaffi og kioskvørur.
Vit halda at ferðafólkini fáa eina góða tænastu. Vit hava gjørt parkeringspláss til útvið 100 bilar og ferðafólk hava eisini atgongd til ves. Har er ein stór træterassa við 100 sitiplássum og cafe -borðum og har sita nógv ferðafólk og eta sín egna matpakka og eisini kunna tey lata sítt viðførið liggja eftir í húsinum tá tey fara út í hagan.
Øll ferðafólk fáa eina forkláring út fra stórum myndum og kortum, hvar tey skulu ganga og hvat tey skulu ansa eftir . Ávaringarskeltir er skrivað á sjey ymiskum málum.
Tað hevur verið ført fram at danir ikki skulu gjalda, tí vit eru í ríkisfelagsskapi, men tá ið føroyingar fara til Ríkissjúkrahúsið, skal landskassin gjalda fyri tað.
Tað er ókeypis fyri føroyingar at ganga út í Trælanípu og eisini ókeypis fyri allar teir útlendingar sum búgva í Føroyum. Vit taka heldur ikki gjald frá útlendingum, tá tey koma saman við føroyingum,familju og annað. Vit hava eitt prát við tey um hetta og ongir trupulleikar standast av hesum.
Tá ið tað eru vánalig veðurlíkindir stempla vit á billettina, at tey eru vælkomin aftur ein annan dag, uttan at gjalda. Øll ferðafólk lata sera væl at hesum, og bert onkur hendinga krabbagogga er ónøgd.
Vit hava gjørt eina 3500 metur langa gøtu, sum krevur viðlíkahald og vit hava ætlan um, at gera 2500 metur av nýggjari gøtu afturat.
Føroyingar koma úr øllum landinun til at vitja Trælanípu og Bósdalafoss. Onkran dag hava vit talt upp í 150 føroyingar, tí er neyðugt at gera meira gøtur og at viðlíkahalda verandi gøtu.
Ongin grund er at broyta verðandi lóggávu, tí føroyingar hava altíð gingið ókeypis og frítt . Men Nípuhagi er í serstøðu og er so nógv belastaður, at øll vera mælt til at halda seg til gøturnar, hetta fyri at verja lendið.
Vit halda lítið um uppskoti, at leggja gjald á ferðaseðlar við einum nýggjum almennum stovni, sum so skal deila útaftur til 477 hagapartar. Tað verður eitt eljustríð og ein stór umsiting.
Nú var tað sera harmuligt at eitt ferðafólk bleiv burtur úti á Trælanípu .
Vit opna kl 08:00 um morgunin, men hetta parið fór umleið kl 06:00 og tí fingu tey onga forkláring hvar tey skullu ganga og hvar tey skuldu ansa eftir.
Vit hava havt stongt í fleiri dagar, tá nógvur stormur er og sett skeltir upp at tað er stongt, men ferðafólk fara út allíkavæl, so tað er ikki lætt at hava við at gera.
Tá ið vit vóru á fjalli í summar bleiv portrið stongt og skeltið sett upp, at tað bleiv opna aftur kl 14:00. Men umleið 20 ferðafólk fóru bara uppum garðin og endaðu mitt inni í fjallgonguni. Tí má tað vera eitt manna móttøku hús allan dagin.
Vit hava eisini hugsa um at byggja eina lítla smáttu við flagtakið heilt uppiá Trælanípu, har fyrr var ein bygningur frá seinna heimsbardaga, har ein ferðaleiðari kann halda til og vera úti á økinum allan dagin og forklára ferðafólkunum, um økið og hvat tey skulu ansa eftir.
Heilsan
Hagastýri fyri Nýpuhaga
Miðvágur 23/10-22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald