Politikkur

Viðmerking til várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum

Mánadagin 3. mars legði Búskaparráðið fram konjunkturfrágreiðing, sum viðger støðuna í føroyska búskapinum. Millum annað mælir Búskaparráðið til, at fíggjarpolitiskt regluverk eigur at setast í verk, at rationaliseringar mugu gerast innan vælferðarøkini, umframt at íløgurnar mugu raðfestast, tá vit ikki hava ráð til alt.

2025-03-10 07:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Viðmerking til várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum

Mánadagin 3. mars legði Búskaparráðið fram konjunkturfrágreiðing, sum viðger støðuna í føroyska búskapinum. Millum annað mælir Búskaparráðið til, at fíggjarpolitiskt regluverk eigur at setast í verk, at rationaliseringar mugu gerast innan vælferðarøkini, umframt at íløgurnar mugu raðfestast, tá vit ikki hava ráð til alt.

Tilmælini tykjast skilagóð og viðkomandi, nú mett verður, at føroyski búskapurin ikki er haldførur – at samanhangur ikki er millum inntøkur og útreiðslur. Kortini metir Starvsfelagið, at neyðugt er at koma við viðmerkingum til tilmælini.

Borgarin skal ikki loysa haldførisavbjóðingina einsamallur

Yvirskipað er líkt til, at tað er borgarin, sum at kalla einsamallur skal bera kostnaðin av vantandi búskaparliga haldførinum. Her eiga landsins mynduleikar at hyggja breiðari út í samfelagið og millum annað hyggja eftir pørtum av vinnulívinum, sum hevur ovurstórar inntøkur og met stór yvirskot. Samstundis fer ein stórur partur av hesum inntøkum av landinum og eru sostatt ikki við at fíggja raksturin av Føroyum.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur í miðlunum sagt, at helvtin av haldføristrupulleikanum verður loystur við at hækka pensjónsaldurin, soleiðis sum samgongan ætlar. Sostatt stendur borgarin við helvtini av rokningini. Men enn vita vit ikki, hvør samgongan ætlar skal loysa hina helvtina av avbjóðingini. Er tað ikki rímiligt, at vinnan fær sín part av rokningini?

Almenni geirin veksur javnt við privata

Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum leggur dent á, at tað serliga er innan barna- og útbúgvingarmál, innan heilsumál og innan almanna- og mentamál, at rationaliseringar gera mun, tí her eru ársverkini flest.

Hóast ávaringar í løtuni eru úti um lækkandi tal av starvsfólkum í privata geiranum, meðan almenni geirin veksur, so er vert at leggja sær í geyma, at hetta einans er galdandi fyri árið 2024. Eitt einkult ár er ikki eitt nøktandi grundarlag fyri yvirskipaðum niðurstøðum. Álvarsligu ávaringarnar frá millum øðrum formanninum í Búskaparráðnum geva eina ábending um, at okkara arbeiðsmarknaður er farin heilt út av kós, men hyggja vit eftir tølum fyri farnu 10 árini, slær formaðurin í Búskaparráðnum tað fast við 10 tumma seymi, at vøksturin er júst tann sami fyri almenna og privata geiran – neyvt 2%. Mátað við tali av starvsfólkum, er almenni geirin sostatt ikki vaksin lutfalsliga og er ikki bólgnaður.

[object Object]

Talva úr Várfrágreiðingini 2025 hjá Búskaparráðnum

Skattagrundarlagið er ov smalt

Langtíðarhaldførið hjá landskassanum snýr seg júst um inntøkur og útreiðslur hjá landinum. Lutfalsliga stórur partur av føroysku arbeiðsfjøldini leggur ov lítið í landskassan ella í besta føri einans eina avmarkaða upphædd, um samanborið verður við arbeiðsfjøldina á landi. Skattagrundarlagið í Føroyum er tí lutfalsliga smalt. Tískil átti politiska valdið at farið undir at breiðka skattagrundarlagið.

Hví tora politikarar ikki at taka upp kjakið um skatt av húsaognum nr. 2, 3, 4 o.s.fr.? Ein skattur av húsaognum við samsvarandi lægri inntøkuskatti kundi breiðkað skattagrundarlagið soleiðis, at fleiri tá koma at rinda skatt til landskassan. Landskassin vildi tá fingið øktar inntøkur – uttan at tann einstaki rindar meira.

Ein ognarskattur, ið verður ásettur við skili og er samantvinnaður við inntøkuskattinum, kann somuleiðis frígeva bústaðir, tí tað verður minni lokkandi at eiga hús nummar 2 og 3 og møguliga 4. Tá ein eigur so nógv hús, er talan um íløgu og ikki eitt heim, og viðkomandi er tí at taka kjakið upp, um tað ikki er rætt at áseta ávísan skatt av slíkum íløguhúsum.

Júst í løtuni er ein trupuleiki í Føroyum, sum ger, at nógvir okkara limir ikki hava ráð at seta føtur undir egið borð, tí at útboðið av húsum ikki samsvarar við eftirspurningin. Ein skilagott ásettur ognarskattur kann vera viðvirkandi til, at útboðið av bústøðum økist og tískil, at tað kann gerast bíligari hjá ungum familjum at seta føtur undir egið borð í einum húsum, ið ikki eru fevnd av ognarskatti, tí talan er um hús nummar 1.

Exit Føroyar má vendast til Enter Føroyar

Tøl vísa tíverri, at farnu tíðina hevur verið ein netto fráflyting av føroyingum. Herumframt hevur Hagstovan nýliga framleitt tøl, sum vísa, at vit missa stóran part av okkara ungu árgangum. Hetta er óheppið og er ikki stimbrandi fyri búskaparliga haldførið. Vit mugu tí gera íløgur í samfelagið, sum kann venda hesi gongd. Íløga í betraðar útbúgvingarmøguleikar má gerast, tað má vera lættari at seta føtur undir egið borð hjá teimum, sum av fyrsta sinni gera hetta, og viðurskifti annars, ið gera tað lokkandi at flyta til Føroyar, mugu betrast. Saman við átøkunum nevnd omanfyri er gjørligt at venda gongdin og hetta vil verða øllum samfelagnum til frama og vil betra um búskaparliga haldførið. Á hendan hátt kunnu vit fara frá Exit Føroyar til Enter Føroyar.

Súni Selfoss

Formaður í Starvsfelagnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder