Vinna

Viðmerking til Dag og Viku í kvøld

Sum viðmerking til D&V í kvøld, har helmingurin av tí, sum eg segði, var klipt burtur, havi eg hesar viðmerkingar.

2022-06-28 22:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Gongugjald til Mykinesar skuldi heldur verið eitt umhvørvisgjald, sum varð deilt i trý soleiðis at 1/3 fer til jarðareigarar, 1/3 til gøtur, skelting og kunning og 1/3 til bygdina.

Tað er ikki burðardygt at krevja eitt gjald og so bara “tonsa” turistar á oynna.
Her má vera krav um føroyskan ferðaleiðara, so vit syrgja fyri:
1. At verja og taka atlit til fugl, seyð, lendi og íbúgvar
2. Gesturin fær eitt gott upplivilsi við frásagnum og fær “value for money”
3. Gesturin veit, hvar hann kann ganga í oynni. Sum nú er ganga tey eftir eggini og sita so og bíða eftir bátinum 2-3 tímar.

Vit hava 3 wc til millum 100 og 200 eindagsturistar hvønn dag. undirstøðukervið má vera hóskandi. Vit mugu hava lógarheimild at avmarka ferðslu til oynna.

Vit mugu sigla rusk inn og ti heita vit á fólk at taka fløskur og rusk við av oynni við sær.

Eg kundi hugsað mær at har bara var bátur seinnapart sunnudag, so Mykinesfólk kunnu koma í vikuskifti og sleppa inn við bátinum seinnapart, sum nú er mugu tey sigla inn kl 11.30 tí túrurin seinnapart altíð er útseldur til ferðafólk. Kunnu vit fáa bara sunnudag at anda í.

Takk og lov at Mykines er Ramsar oyggj og lundin er friðaður og eg fegnist um at Lundalandið í Lamba er stongt, so lundin i bútíðini ikki verður órógvaður av 200 turistum, sum ganga óskipað frá 9.45 til kl 17.

Mykines er eitt fuglaparadís, sum vit mugu ansa eftir og verja og eg ynski eina skipan, sum tey hava á Galapagos.

Takk til føroysku ferðaskrivstovurnar, sum syrgja fyri føroyskum ella lokalum ferðaleiðara, tá tær senda gestir til Mykinesar

Oda W. Andreasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder