Mentan

Viðlíkahalda Føroyar í apríl

Í vikuskiftinum 21. til 22. apríl vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið var fyrstu ferð í 2019, hetta er sostatt fimtu ferð verkætlanir verða kring landið.Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur verið stórur, og aftur í ár bjóða vit 40 sjálvbodnum føroyingum at verða partur av átakinum.

2023-02-23 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Arbeiði fer í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp v.m., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í fjørð. Tær 10 verkætlanirnar sum vera við í ár, verða nærri lýstar her.

Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir dagar. Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri tveir arbeiðsdagar ið enda við eini veitslu.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er týsdagin 7. mars á midnátt, ella tá ið einki pláss er eftir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder