Vinna

Vestmenningar fegnast

Vestmenningar fegnast, nú borivognurin, ið skal gera síðstu jarðfrøðisligu kanningarnar í samband við tunnilin úr bygdini til Leynar, er komin uppá pláss í Líðini inni á fjørð í Vestmanna/Válinum.

2023-08-11 12:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú kann ikki verða nógv eftir at kanna, og vónandi er komið væl áleiðis við Vestmannatunlinum tá pumpuskipanin hjá SEV í Vestmanna eftir ætlan verður tikin í nýtslu í 2027/28.

Tað er jú upplagt, at kaðalføringar frá "orkudeplinum", sum Vestmanna jú er, verða lagdar í henda tunnil, í staðin fyri at leggja káplar/linjur upp um fjøll.

Pumpuskipanin skal gerast, og tunnilin til Vestmanna skal gerast.

Tvinni nú tunnilin til bygdina og risastóru útbyggingina meir ella minni saman, til eina verkætlan, har má verða hópin av peningi at spara!

Sitandi løgting hevur nú boðað frá, at ætlanin er at leggja størri verkætlanir, har í millum tunlar, í eina nýggja langtíðarløguætlan.

Tvs. at man ikki ætlar at halda langtíðarløguætlanini 2021 - 2030, har m. a. verður sagt, at so skjótt liðugt er at bora Norður um fjall, so skal borast til Vestmanna.

Eg vil her minna tykkum fólkavaldu á, at Vestmannatunnilin hevur staðið í samgonguskjalinum hjá fleiri samgongum, eisini tí seinastu, og vænta vestmenningar flestir, at núsitandi samgonga førir hesa ætlan út í lívið.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sagt, at miðað verður eftir at fáa eina breiða semju um hetta, tvs. semju millum samgongu og andstøðu.

Vestmenningar hava mist tolið, og skal ráð mítt verða til tingfólk ið vilja bygdini væl, um ikki at gera nakra semju, um Vestmannatunnilin enn einaferð verður settur aftur í riðilin (køina)!

Marner Joensen
Vestmanna


Her er leinkja til FB bólkin "Ja til Vestmannatunnil", sum nú skjótt hevur 900 fólk sum limir:

https://www.facebook.com/groups/869688860901157/?ref=share_group_link
 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder