2026-05-26 16:15
Vestmek keypti seg inní Handilsvirkið Niclasen í 2021, tá var ein fjórðingur av felagnum keyptur.
Men nú eru teir tríggir Edward, Dánjal og Jørgen Niclasen blivnir samdir við Vestmek um, at Vestmek keypir teir úr felagnum.
Familjufyritøkan Handilsvirkið Niclasen hevur eina langa og ríka søgu. Síðan 1864 hevur Handilsvirkið Niclasen fingist við handil og annað vinnuvirksemi.
Fari verður nú undir at endurnýggja samleikan hjá felagnum.
Meira kunning kemur seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald